Eg vil ikki lata eftirkomarunum samfelagið føroyar í verri standi enn vit komu til.
Tað sigur nývaldi næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen.
Hann sigur, at tískil skulu vit nú rinda skuld niður.
- Tí er tað neyðugt at vit fáa javnvág og avlop á fíggjarlógini - og tað SKAL vera í 2016, at avlop verður á fíggjarlógini, sigur hann.
Hann staðfestir, at tað trýtur ikki við ávaringum um, at haldførið í búskapinum er langt av leið.
Tað er búskaparráðið, sum er komin til hesa niðurstøðuna, men Bárður á Steig Nielsen er ikki so dapurtskygdur.
Hann vísir til góåu gongdina í alivinnuni og uppsjóvarvinnuna.
Samstundis vísir ein greining hjá Edmund Joensen, fólkatingsmanni, at virka vit fiskin meiri, kann útflutningsvirðið tvífaldast uppp í 12 milliardir.
- Vit ætla at krevja alt tilfeingið upp á land í Føroyum, fer eisini tað at bøta um støðuna, sigur hann.
Bárður á Steig Nielsen staðfestir eisini, at ein orsøk til, at Føroyar hava so høgt styrkital, rating, hjá metingarfeløgunum, er, at vit eru í einum tryggum ríkisfelagsskapi.
Tað siga feløgini beinleiðis, sigur nývaldi næstformaðurin í Sambandsflokkinum.
- Tí fáa vit lægri rentu av okkara skuld og sostatt meiri pening til vælferð, sigur hann.










