- Vit fáa íblástur til tekstir frá samfelagsviðurskiftum, samrøðum og observatiónum, siga Steen Rói og Ragnar úr vælumtókta føroyska rappbólkinum Swangah.
Bólkurin Swangah skal á pall í kvøld klokkan 01.15 á Voxbotni og teir báðir gleða seg til framførsluna.
-Hetta er eitt perfekt tíðspunkt fyri Swangah at fara á pall, tí tá eru øll fólkini komin og eru sum oftast í góðum hýri, sigur Steen Rói.
- Síðsta ár kókaði tað á Voxbotn, og tað eru vit vísir í at tað fer at gera aftur í ár, leggur hann afturat.
Swangah hevur fyri stuttum givið út lagið "Áðrenn vit flagga", og tað hevur longu verið nógv spælt og væl móttikið.
-Hóast vit hava fingið ymiskar afturmeldingar frá fólki um hvussu tey sjálvi tulka lagið, so er lagið ein fagnaður til Føroyar, siga teir báðir.