Tað var ikki hugsingur um at lata Ternuna sigla til Suðuroyar í dag. Tað sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni.
Smyril varð lagdur, tá ið hann kom til Havnar í morgun, tí arbeiðið at seta nýggjan motor í hann, skal gerast liðugt. Hann verður klárur aftur í annaðkvøld og ímeðan skuldi Ternan røkja suðuroyarsiglingina
Jens Petur Brattalíð sigur, at sum støðan er, fáa tey einki gjørt. Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví tað ikki gekst eftir ætlan.
|