Vit fáa einki frá dómaranum

Gunnar Nielsen undrast ikki á, at dómarin ikki tordi at bríksla fyri brotssparki, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu fór um koll

Gunnar Nielsen var sannur brandur millum stólparnar á føroyska landsliðnum í Budapest í kvøld. Ferð eftir ferð stórbjargaði hann, tá ið ungverjarnir vóru í góðum støðum.

 

Saman við liðfeløgunum er málverjin sera vónbrotin um, at tað aftur hesa ferð endaði við 2-1 tapi.

-Vit løgdu okkum framum, og hóast teir í stórum pørtum av tíðini pressaðu okkum nógv, so var tað ikki so ofta, at talan var um heilt upplagdar støður. Spurningurin verður ongantíð svaraður, men talan var um lyklastøðu, tá ið Kaj Leo í Bartalsstovu fór um koll í brotsteiginum, sigur málverjin, og hann heldur fram:

-Tað var øgiligur rómur kring vøllin, og tað gekk, sum tað oftast ger, tá ið talan er um lítla tjóð á útivølli, har nógvir áskoðarar koyra á heimaliðið. Í sovornum støðum fáa vit einki, og tað gjørdu vit heldur ikki í kvøld. Soleiðis er tað bara, og soleiðis var tað eisini í kvøld, staðfesti málverjin, sum mundi vera annar av bestu spælarunum á føroyska liðnum.

Í kvøld vardi Gunnar Nielsen føroyska málið fyri 30. ferð.