Vit fáa tað sum vit vilja hava tað

Tær avmarkingarnar í ríkisfelagsskapinum, sum loysingarflokkarnir eru so grammir at vísa á, hava tað við at minka munandi, tá vit hyggja nærri at teimum.

Helgi Abrahamsen
valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið
??????
Tað er so synd í okkum føroyingum, hoyrist javnan frá teimum, sum berjast fyri at fáa okkum úr verandi ríkisfelagsskapi, stundum við góðum og stundum við illum.
Vit fáa ikki sjálvstøðuga umboðan í altjóða hvalaveiðunevndini, vit eiga onga flaggstong í New York o.s.fr. Søgurnar kenna vit. Søgur um, at einki ber til, tí danir siga nei.
Veruleikin er, at vit fáa alt tað, sum vit vilja hava. Vit kunnu saktans fáa sjálvstøðuga umboðan í hvørjari altjóða nevnd og hvørjum felagsskapi tað skal vera. Men tað hevur sín prís, og prísurin er, at so mugu vit úr danska ríkinum, og harvið missa vit nógv av teimum rættindunum, sum vit hava í dag. Tann prísin vil meirilutin av føroysku veljarunum ikki gjalda, og tí sigur veljarin nei til loysing.
Føroyski veljarin veit, at vit hava bert tveir valmøguleikar, og tí ræður um at velja tað, sum gagnar okkum mest - um tað so skal kosta onkrum ein almennan nevndarsess. Meirilutin av Føroya fólki sær størri møguleikar í ríkisfelagsskapinum, enn í til dømis altjóða hvalaveiðunevndini.
Danska stjórnin hevur greitt boðað frá, at um føroyingar velja loysing, so verður loysing. Í tí málinum er full semja millum partarnar í felagsskapinum.
Tað gevur tí onga meining at loysingarsinnaðir føroyingar sita og granska gamla jura, fyri at finna feilir, sum danir skulu hava gjørt. Hesir politikarar stríðast á skeivum hermóti, tí teirra fíggindi er ikki danska stjórnin, men føroyski veljarin og demokratiið.