Vit fáa restirnar av Bill

Hóast hetta er tíðin, tá ein ódnin fyri og onnur eftir herja í Norðuratlantshavi. Higartil eru vit sloppin væl undan teimum, men nú koma brádliga tríggjar ódnir á rað. Ein teirra rakar okkara oyggjar!

Veður

 

Tað var longu í farnu viku, at veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen boðaði frá eini komandi ódn.

Hetta ljóðaði kanska løgið í oyrunum á mongum og ikki sørt ótrúligt hesa ársins tíð hjá okkum, nú vit framvegis áttu at kunna sæð fram til fleiri góðar summardagar.

Tey sum hoyrdu hesi tíðindini og gjørdu sær ómak og hugdu inn á tær kendu heimasíðurnar við veðurtíðindum, gjørdust ikki klókari í so máta. Bæði heimasíðan hjá norsku og donsku veðurstovunum vístu tá eingi tekin til tílíka ódn. Mundi tann royndi veðurmaðurin í Miðlahúsinum hava tikið feil á sínum gomlu døgum? Nei, so var ikki!

Ikki fyrrenn nú vísa tey nýggjastu veðurkortini, at henda ódnin Bill - ella restirnar av henni, sum á veðurkortum nú kallast ex Bill - fara at raka oyggjar okkara seinni í vikuni.

Sambært eina veðurkortinum skilst, at ódnin verður yvir Føroyum beint eftir døgurða fríggjadagin.

 

Tríggjar ár rað

Sum longu nevnt, eru vit mitt í teirri tíðini, tá ódnirnar plaga at herja við strendur USA og í Norðuratlantshavinum.

Í roynd og veru hevur henda sesongin vart í hálvan triðja mánað, uttan at fólk hava merkt nakað til ódnirnar. Ikki fyrrenn næstseinasta vikuskifti, tá tríggjar ódnir byrjaðu at taka seg upp!

Hesar tríggjar ódnirnar fingu tá slíka vindferð, at tær vórðu navngivnar sum ódnir, í hesum føri ódnirnar Ana, Bill og Claudette.

Hesar tríggjar - Ana, Bill og Claudette - eru ikki serliga spennandi tropiskar ódnir sum so, tí eingin teirra hevur serliga styrki. Tað óvanliga er, at tað gekk so long tíð, til tess at treytirnar fyri skipanini av eini slíkari vórðu uppfyltar.

Tann fyrsta teirra er væntað yvir Dominikanska Tjóðveldið og Cuba, og var merkt av rættiliga nógvum regni.

Gongdin hjá Bill var kortini eitt sindur øðrvísi.

 

Rakar Føroyar

Ódnin Bill leyp leygardagin frá at vera ókend til eina tropiska ódn eftir eini nátt, og á middegi í gjár var henda fyrsta ódnin á veg út í Atlantshavið.

Kósin hjá Bill tók eina meiri eysturhallandi og suðurgangandi leið enn Ana, men amerikanskir veðurfrøðingar fylgja kortini væl við gongdini. Hon fór framvið New Foundlandi og víðari út í Atlantshavið.

Teir meta, at Bill hevur møguleiki at gerast til eina ódn í kategori 3, svarandi til omanfyri 50 metrar um sekundið. Henda vindferðin heldur sær til nakað út í hesa vikuna.

Framtíðin hjá Claudette er meiri óviss. Mett verður, at hon fór í land á amerikansku vesturstrondini - Florida og víðari til Alabama, har hon at enda doyr út í dag ella ímorgin.

Hóast tað kann ljóða ógvusligt við so nógvari vindferð, bendir mangt á, at tá restirnar av Bill umsíðir rakar Føroyar er lítið eftir av henni.

Seinnapartin fríggjadagin er vindferðin farin út teimum 50 og niður um 39 metrar um sekundið. Siga altso veðurforsøgnirnar.

Men tað er kortini altíð hent at vera fyrivarin. Tað er framvegis - í okkarta upplýstu tíð - ringt at spáa, serliga um veðrið!