Vit fáa onki gjørt við álopið á fólkafloksmenn

?Anfinn Kallsberg kann ikki krevja at tjóðveldisflokkurin skal standa til svars fyri álopið frá Tórbirni Jacobsen, sigur Heini O. Heinesen, næstformaður í tjóðveldisflokkinum

Samgongusamstarv

?Hatta má standa fyri hansara egnu rokning
Heini O. Heinesen, næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, sigur, at Tórbjørn Jacobsen má sjálvur standa til svars fyri tey álop, hann hevur gjørt á løgmann og Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Í blaðgrein herfyri helt Tórbjørn Jacobsen fyri, at bæði løgmaður og fiskimálaráðharrin høvdu so ivasama fortíð, har tað var ringt at skilja ímillum teirra egna og annara, at tað var ringt at sita í samgongu við teimum.
Høgni Hoydal, formaður tjóðveldisfloksins, hevur sagt, at hetta er eitt persónsmál og tað fer hann ikki at gera viðmerkingar til.
Heini O. Heinesen, næstformaður tjóðveldisfloksins, er samdur í at hetta er eitt persónsmál, men hann hevur onki ímóti at siga sína meining.
Hann leggur tó dent á, at hetta er hansara egna meinig og at hann ikki tosar vegna tingmanningina, tí hon hevur ikki viðgjørt málið.
Men hann dugir heldur ikki at síggja, at hetta er eitt mál fyri flokkin yvirhøvur.
? Tað, sum Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað má standa fyri hansara egnu rokning og tað veit hann ivaleyst av sjálvur. Tað er ikki flokkurin, sum hevur sett skuldsetingar fram og tað er ikki flokkurin, sum stendur aftanfyri tær. Tað er ein einstakur tingmaður og tað má tann einstaki tingmaðurin eisini taka ábyrgdina av.
Og tí hevur Heini O. Heinesen heldur onga viðmerking til sjálvar skuldsetingarnar.

Eitt persónsmál
Heini O. Heinesen sigur, hann er eisini sannførdur um, at Løgmaður ikki fer at krevja, at tjóðveldisflokkurin skal standa til svars fyri tað, sum hvør einstakur tingmaður sigur.
?Hvør tingmaður sær stendur sjálvur til svars fyri tað, hann sigur ella skrivar. Tað kann flokkurin ikki ábyrgjast fyri og soleiðis er tað í øllum flokkum, sigur hann.
Hann sigur, at tí er talan ikki um eitt politiskt mál men um eitt persónsmál sum teir tríggir, Tórbjørn Jacobsen, Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen, sjálvir mugu greiða sínamillum.
? Tað vildi eisini verið nakað nógv av Løgmanni at kravt av tjóðveldisflokkinum, at vit skuldu tikið støðu til skuldsetingarnar frá Tórbirni Jacobsen.
?Tað er á ein hátt tað sama sum at krevja at tjóðveldisflokkurin skal geva løgmanni tað bláa stemplið fyri hansara fortíð og tað verður trupult at krevja, tí tað tilkemur ikki okkum- uttan at tað skal leggjast nakað serstakt í tað- sigur Heini O. Heinesen.
? Tí stendur tað til løgmann og Jørgen Niclasen sjálvar at gera av, hvussu teir verja seg, um teir fara rættarinnar veg, ella hvat. Tað er ongin orsøki at blanda aðrar politikarar ella heilar flokkar upp í.
Heini O Heinesen vísir eisini á, at tað finnast nógv fordømi í føroyskum politikki, sum kunnu samanberast við tað, sum nú er hent, ikki minst í fólkaflokkinum sjálvum, uttan at tað hevur fingið politiskar avleiðingar.
?Øll minnast skrivingar- og tosingarlagið hjá Óla Breckmann og, hvussu grovur hann kann vera.
?Men í eini 25-30 ár hevur fólkaflokkurin púra avgjørdur nokað at tikið ábyrgdina av tí, sum Óli Breckmann hevur sagt og skrivað. Tvørturímóti hevur flokkurin ferð eftir ferð ført fram, at ?hatta er bara Óli? og tað kann flokkurin ikki standa til svars fyri - og tað hava hinir flokkarnir góðtikið øll árini og øðrvísi kann tað ikki vera nú.

Hava góðtikið Løgmann
Heini O.Heinesen vísir annars á, at tað fer eisini at bera illa til hjá tjóðveldisflokkinum at finnast at løgmanni og Jørgen Niclasen fyri nakað, sum liggur afturi í tíðini.
? Vit hava samstarvað politiskt í gott fýra ár nú. Vit valdu Anfinn Kallsberg til Løgmann og Jørgen Niclasen til landsstýrismann fyri fýra árum síðani og vit hava akkurát valt teir einaferð afturat nú.
? Tí kann tað tykjast eitt sindur øvugt at føra so harðar skuldsetingar fram nú, heldur næstformaðurin í tjóðveldisflokkinum.
? Var nakað at vera misnøgdur um, skuldu vit havt gjørt vart við tað fyrr, leggur hann afturat.
Hann leggur afturat, at hann heldur, at tað er ivingarsamt, hvussu fremjandi tað er fyri politiska samstarvið at føra skuldsetingar sum hesar, fram.