-Vit fáa ongantíð nokk

- At spæla hann er øgiliga, øgiliga stuttligt. Vit eru uppi at koyra hvørja ferð, og fólkini eru altíð við uppá tað, so nei, vit fáa ikki nokk av hesum sanginum, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandmas Basement.

Ungu klaksvíkingarnir vóru fullkomiliga tiknir á bóli, tá ársins sangur varð avdúkaður.
- Hetta høvdu vit so slett ikki væntað. Vit høvdu kanska roknað við, at vit kundu gerast árisins besti nýggi bólkur, men hatta var púra óvæntað, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandmas Basement, sum heldur, at hetta er ein ábending um, at teir skulu halda á við tónleikinum.
- Nú hava vit fingið eitt stórt herðaklapp, so nú er bara at koyra á. Vit byrja í øllum førum tað nýggja árið við at spæla norði í Klaksvík, so til Havnar og okkurt er í Suðri eisini. Men vit royna bara at taka tað bara sum tað kemur.


Grandmas Basement eru kendir fyri teirra argandi sangir, og tað er kanska ikki so løgið, heldur Jón Jacobsen.
- Eg haldi, at tað er soleiðis, vit eru. Vit eru ikki nakrar seriøsar typur. Tað skal vera stuttligt, nemt og fólk skulu kunna syngja við. Vit vita væl, at vit ikki eru nýskapandi, og tí kemur hetta púra óvart á okkum, tí tað eru nógvir sangir, sum sláa ígjøgnum uttanlands, sum ikki eingong komu á listan. Men tað er kanska okkara fjepparaskari, sum júst hevur staðið sína roynd, sigur hann flennandi
Tá hann verður spurdur, um tað er nakað evnið, teir ikki tora at syngja um, ivast Jón eina løtu.
Nei, vit eru ikki bangnir fyri nøkrum evnið, men tað er kanska ikki alt, sum almenningurin tolir. Eg haldi, at man kanska líka skal hugsa seg um, áðrenn man sendir løg út, sigur Jón smílandi. -Men, leggur hann smílandi afturat, - Tað er nokk av tilfari at skriva um, serliga í einum lítlum samfelagið, sum okkara, so kanska tað kemur eitt nýtt hitt í 2011.