- Vit fáa nógv vakrari fisk nú

Hetta sigur Johan Mørkøre, virkisleiðari á P/f Kryvjing í Klaksvík. Orsøkin til betraðu góðskuna, er nýggja og framkomna útgerðin, sum ger tað møguligt at lata fiskin liva, líka til hann verður slaktaður

Virkið hjá P/f Kryvjing í Klaksvík hevur nú koyrt í tveir mánaðir. Virkið er útgjørt við framkomnum útbúnaði frá formula.fo og NomaTekh.
- Enn eru vit ikki komnir upp á tær nøgdirnar, vit miðja eftir at fáa ígjøgnum. Men eftir sum vit duga at rokna út, so fer tað at lata seg gera, tá alt er komið í fasta legu, sigur Johan Mørkøre, virkisleiðari.
Heini Gregersen, stjóri, segði við Sosialin, tá virkið royndarkoyrdi í novembur, at hann roknaði við, at tað fór at taka sína tíð, áðrenn framleiðsluorkan kom uppá tey 10 tonsini um tíman, sum virkið er bygt til.
Sosialurin var og vitjaði á virkinum fyri at taka nakrar myndir av arbeiðsgongdini.
 
Óskalaður fiskur
Eitt, sum er vert at bíta merki í við nýggja virkinum, er, at nú kemur fiskurin livandi upp úr brunnbátinum og verður goymdur livandi í kørum.
Sostatt gongur fiskurin livandi í kørunum, til hann verður tikin inn á virkið til kryvjingar. Hetta er fyrsta royndin av sínum slag í Føroyum.
Fiskurin verður ikki doyvdur sum vanligt hevur verið, men verður køldur niður í umleið ein hálvan tíma. 
Tá neyðurt var at doyva fiskin, lá hann og bardist stúvaður saman í kørum. Tað gjørdi, at fiskurin skalaðist, og roslan fór av.
Men nú sleppur hann at vera í sínum rætta ?elementi?, líka til hann verður tikin inn á virkið.
- Vit síggja onga roslu í kørunum, og fiskurin fer púra óskalaður á
marknaðin, sigur Johan.
Tá fiskurin er blóðgaður, liggur hann enn ein hálvan tíma, til hann verður hagreiddur. 
Síðani fer hann í skiljimaskinuna, sum er tann størsta í landinum og hevur 28 portur.
Tað mest spennandi á virkinum man vera robotturin, sum kann lesa 8 ymiskar strikukotur av, og síðani setir kassarnar á rætta plattin.
- Tað er ringt at siga neyvt, hvussu nógvar mans robotturin sparir í arbeiðsmegi: Men siga vit, at hann ger arbeiði fyri 4 menn, so gera vit ikki av, siga tey á virkinum.
 
Framúr arbeiðsumstøður
 Arbeiðsumstøðurnar á virkinum eru serstakliga góðar.  Virkið er ikki bara innrættað, so mest kann fáast burturúr framleiðsluni, men sanniliga eisini, so arbeiðsfólkini skulu hava so góðar umstøður sum gjørligt.
Í erva er stór og hugnalig kantina. Har sótu starvsfólkini og fingu sær ein bita, tá Sosialurin kom á gátt. Kvinnurnar vildu ikki lata seg avmynda til blaðið, men tað høvdu mennirnir einki ímóti.
Í løtuni starvast 70 fólk á virkinum í tveimum vaktum. Á gamla virkinum arbeiddu tey eisini í tveimum vaktum, tá mest var at gera.
Hóast byrjunartrupulleikar, so hava vit góðar vónir, sigur Heini Gregersen, annar av sjórunum á P/f Kryvjing, at enda við Sosialin.
Lesið eisini greinina á blaðsíðu 8.