Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, kennist ikki við atfinningarnar um vantandi opinleika í kommunala arbeiðnum, sum Eyðun Jakobsen, búskaparfrøðingur, og Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, koma við aðra staðir her í blaðnum.
Atfinningarnar hjá Eyðuni Jakobsen eru tó ikki bara rættaðar móti Tórshavnar Kommunu men kommununum generelt.
- Eg skilji ikki atfinningarnar, tí vit gera alt eftir reglunum og meira afturat. Er nakað at fýlast á í so máta, so má adressan vera kommunulógin sjálv, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldurt tó, at vantandi áhugi hjá fjølmiðlunum fyri kommunala arbeiðnum kanska kann elva til ta fatan, at kommunurnar eru afturlatnar.
- Tað er rætt, at ein pent uppsett fíggjarætlan við frágreiðingum ikki er liðug enn, hvørki á prenti ella á heimasíðuni hjá kommununi, men beint eftir býráðsfundin, tá fíggjarætlanin varð samtykt, sendu vit gerðabókina til allar miðlarnar. Og síðani er tað bara at spyrja, um ivi er um nakað sum helst, men tað er bara ein sum spyr, og tað er Áki Bertholdsen á Sosialinum. Seinastu nógvu árini hevur hann verið tann einasti journalisturin, ið møtir upp til býráðsfundirnar og annars vísir kommunala arbeiðnum áhuga, sigur Heðin Mortensen.
Postlistar
Hann kann tó ikki renna undan, at tað var við honum sum borgarstjóra, at kommunan gavst at hava postlistarnar yvir inn- og útgangandi post opnar fyri øllum býráðslimunum.
- Jú tað er rætt, at teir blivu avskaffaðir, men har kann eg so avdúka, at vit hava ætlanir um at lata teir upp aftur fyri at royna, um býráðslimirnir, sum nú eru, eru nóg væl at sær komnir at umsita henda opinleikan. Tað var nevniliga ein stórur trupulleiki við opnu postlistunum tá, at borgarar, sum av einari ella aðrari orsøk høvdu vent sær til kommununa í góðari trúgv, kundu koma illa fyri, tí áðrenn teir vistu av tí, vóru teir og mál teirra knappliga í fjølmiðlunum. Tað vóru ávísir býráðslimir, ið ikki megnaðu at handfara tann opinleikan virðiliga. Men nú ætla vit so at royna aftur við postlistunum og seta nakrar reglur upp fyri hesum. Tí vit skulu hava opinleika, tað gangi eg inn fyri, sigur Heðin Mortensen.
Alment innlit
Fundirnir í býráðsnevndunum eru fyri afturlatnum hurðum, men borgarstjórin leggur dent á, at allir býráðslimirnir fáa avrit av fundarfrágreiðingunum eftir fundirnar, so teir kunnu halda seg ajour.
Og hann vissar um, at kommunan tekur lógina um alment innlit í stórum álvara.
- Fyrr var ofta nógv rumbul um alment innlit, men vit hava gjørt rætningslinjur, sum øll starvsfólkini væl og virðiliga eru sett inn í, og sum hava til endamáls at avgreiða umbønir um alment innlit bæði væl og skjótt. Vit hava enntá gjørt eina løgdeild at greiða og greina allar løgfrøðiligar spurningar, sigur Heðin Mortensen.
- Vit gera jú eisini mánaðarroknskapir, sum verða lagdir fram og góðkendir á býráðsfundunum, leggur hann afturat.
Borgarstjórin sigur, at ynski um gjøgnumskygni í stóran mun eisini liggur aftanfyri nógv umrødda keypið av bygningunum hjá Bank Nordik í miðbýnum í Havn og í Húsagøtu við SMS.
- Vit vilja savna fyrisitingina á einum staði, og fyribils hava vit fingið hana savnaða á tveimum støðum umframt á ráðhúsinum. Fyrr var hon spjadd á eini tíggju støð runt í býnum. Tá tekniska umsitingin í summar flutti í gamla bankabygningin í Steinatúni, kundu vit savna alla ta sosialu umsitingina í gamla posthúsbygninginum við Vaglið. Tað hevur stóran týdning fyri opinleikan og borgaratænastuna, serliga tá vit vita, at umsitingin fer at vaksa nógv, tí vit skjótt skulu umsita eldraøkið eisini, sigur Heðin Mortensen.
Øll í samgongu
Ofta er tað andstøðan, ið varpar ljós á mál, sum hava uppiborið størri almennan áhuga enn onnur mál. Men tá allir flokkarnir í býráðnum eru í samgongu, er ongin andstøða at draga ivamálini fram í ljósið. Men heldur ikki ta sannroyndina heldur borgarstjórin vera nakran vansa fyri gjøgnumskygni og opinleika.
- Vit hava eisini loyvi at vera ósamd um ynski, raðfestingar, hvussu tingini skul gerast, sjálvt um vit hava eitt samstarvandi býráð, og vit eru bestemt heldur ikki samd um alt alla tíðina. Tað kemur eisini fram alment. Munurin er kanska bara tann, at størri seriøsitetur liggur aftanfyri kjakini í býráðnum nú. Tá vit hava bæði samgongu og andstøðu, so er tað ofta bara fyri at markera seg, at mál verða drigin fram og blást upp, sigur Heðin Mortensen.
Ringur at halda um
Hann heldur eisini, at júst tað, at hann hevur alt býráðið aftanfyri seg, noyðir hann at vera meira demokratiskan og semjusøkjandi, enn um hann bara hevði eina smala samgongu at hugsa um.
- Eg má arbeiða annaðleiðis nú enn fyrr, og eg brúki eisini nógv meira tíð upp á hvørt einstakt mál. Tað er jú tíðarkrevjandi og krevur bæði demokratiskt og diplomatiskt sinnalag at skula samansjóða sjónarmiðini hjá 13 býráðslimum heldur enn 7. Øll skulu kunna kenna seg aftur og eisini kenna seg væl í býráðsarbeiðnum, sigur borgarstjórin og leggur afturat:
- Eg eri føddur formaður í fíggjarnevndini, og júst fyri, at allir flokkar skuldu kenna seg innanfyri, syrgdi eg fyri, at allir fingu umboð í fíggjarnevndini.
Millum annað hetta heldur hann bera prógv um, at hann ikki er tann einaræðisharrin ella kongurin, ið Jan Christiansen ger hann til.
- Nei eg haldi ikki á nakran hátt, at eg eri einaráðandi. Tað er rætt, at eg arbeiði skjótt og nógv og eisini vil hava tingini at henda skjótt. Men aðrir býráðslimir arbeiða eisini skjótt. Eg hvørki kann ella vil gera nakað einsamallur, sigur Heðin Mortensen.
Jan Christiansen er tó ikki tann einasti, ið heldur karismatiska borgarstjóran hava í so stórt vald. Tað heldur partamaður hansara Sjúrður Olsen, býráðslimur og limur í fíggjarnevndini, nevniliga eisini.
- Heðin er ov sterkur, og hann kann vera ringur at halda um. Til dømis tá hann og umsitingin uttan so mikið sum at kunna fíggjarnevndina brúktu fimm milliónir krónur upp á innrætta gamla bankabygningin í Steinatúni, so tekniska deild kundi flyta inn har. Hann gekk eisini á odda at keypa bankabygningarnar. Eg tók tóundir við tí eins og hinir fíggjarnevndarlimirnir, men eg setti sum treyt, at so skuldu fleiri aðrir bygningar seljast. Tað tykist ikki fara at halda nú. Tað kunnu vera orsøkir til tað, men eg ætli kortini ikki bara at sita og láta sum onki. Tað er meira mátin, sum Heðin ger tingini upp á, sum onkuntíð kann vera trupul at góðtaka, sigur hann.










