Eftir dystin fingu vit eisini orðið á Bárður Danielsen hjá StÍF, sum spældi sín fyrsta dyst í ár. Hann var hampiliga væl nøgdur við eina stigið.
- Eftir dystin vóru vit nakað skuffaðir, men sum heild haldi eg, at vit heldur skulu gleðast um eina stigið. Vit hava allar møguleikar at vinna dystin, og vit brenna millum annað fýra brotskøst. Í verjuni hava vit ilt við at steðga Damir Oros, og tá ein leikari fær heili 12 mál, so kunnu vit ikki vænta at vinna. Tað vísir seg eisini, at vit hava ringt við at avgera dystirnar til síðst, og hetta mugu vit helst royna at broyta.