? Vit fáa eitt gott val

? Eg ivist als ikki í, at vit fara at fáa umboð í tingið, og eg rokni við, at valið hjá Sjálvstýrisflokkinum verður gott, sigur ein bjartskygdur Kári P. Højgaard

? Tað er hugaligt at frætta, at nýggja kanningin vísir, at vit eru við.
Soleiðis sigur Kári P. Højgaard, tá ið hann fær at vita um úrslitið í nýggju veljarakanningini, har Sjálvstýrisflokkurin gongur 0,1 prosent aftur, men varðveitir umboðið í tinginum.
? Eg ivist ikki í, og havi ongantíð ivast, at vit fara at fáa umboð í tingið eftir valið. Eg rokni við, at valið hjá Sjálvstýrisflokkinum verður gott, sigur Kári P. Højgaard.
Hann heldur, at veljararkanningar ikki siga allan sannleikan um flokkin, tí Sjálvstýrisflokkurin er serliga sterkur í trimum valdømum ? í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymoy - meðan hann ikki hevur fingið so nógvar atkvøður í øðrum valdømum og enntá ikki hevur stillað upp allastaðni.
Hetta kann verða trupult at taka hædd fyri í eini veljarakanning, heldur hann.

Lykilin til samgongur
Sjálvstýrisflokkurin miðjar eftir at stilla upp í øllum valdømum á valinum 20. januar, og Kári P. Højgaard heldur, at leikluturin hjá Sjálvstýrisflokkinum er langt frá útspældur í føroyskum politikki.
? Sjálvstýrisflokkurin hevur seinastu 50 árini verið lykilin til tær flestu samgongurnar, og tað eru framvegis ? ja, kanska ongantíð meira enn nú, sigur hann.