? Tað fer ikki at henda.
So avgjørdur er Óli Breckmann um veljarakanningina, sum sigur, at flokkurin fer at missa tann eina valdømisvalda tingmannin í Suðurstreymi. Óli er sannførdur um, at flokkurin fer at fáa eitt betri úrslit enn kanningin vísir.
? Fólkaflokkurin stendur seg sjáldan væl í veljarakanningum, og hesuferð er einki undantak. Tað er eitt gott útgangsstøði hjá okkum, at veljarakanningar spáa okkum eina afturgongd, tí tað plagar at fáa fólk úr startholinum, sigur formaðurin í tingbólki Fólkafloksins.
Óli Breckmann heldur, at Fólkaflokkurin heldur missir til sambandið enn til tjóðveldið, tí at hóvlig fólkafloksfólk kanska eru bangin fyri samstarvinum hjá Fólkaflokkinum við Tjóðveldisflokkin.
Hann vil vera við, at Fólkaflokkurin er ein garantur fyri borgarligum politikki, tí at Sambandsflokkurin fer helst í samgongu við Javnaðarflokkin.
Spurdur um hann kennir seg hóttan á listanum, svarar Óli Breckmann, at mann altíð skal kenna seg hóttan í politikki, og tað ger hann eisini hesuferð.
Annars heldur fremsti maðurin hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy, at valstríðið hesuferð hevur verið sera tamt, og nógv merkt av, at SvF hevur stýrt stríðnum.