- Vit eru vitni til sosiala dumping

- Vit eru vitni til, at skip liggja úti á fiskifeltinum, uttan at nakar kennir sáttmálan hjá manningini, hvat teir fiska ella hvussu viðurskiftini annars eru umborð, sigur Jan Højgaard

 

- Vit eru vitni til, at skip liggja úti á fiskifeltinum, uttan at nakar kennir sáttmálan hjá manningini, hvat teir fiska ella hvussu viðurskiftini annars eru umborð.

 

Tað sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sum á stóra kjakfundinum í Klaksvík í gjárkvøldi reisti spurningin um útlendingar við føroyskum fiskiskipum.

 

Jan Højgaard sipaði beinleiðis til garnaskipið Anitu, sum er mannað við útlendingum burturav. Einasti føroyingur umborð er skiparin. Skipið kom í almenna ljósið, tá ein av manningini fór fyri borð og ikki kom afturíaftur, týskvøldið í síðstu viku.

 

Sambært reiðaranum, Søren Christiansen, er manningin lønt sambært sáttmála millum reiðaríið og manningina sjálva.

 

Í vikuni legði Javnaðarflokkurin á triðja sinni uppskot fyri løgtingið um at seta sum krav, at sáttmálar við føroysk manningarfeløg skulu galda umborð á øllum fiskiskipum. Flokkurin skjýtur upp at seta eina nýggja grein inn í lógina um vinnuligan fiskiskap, ið er soljóðandi:

 

”Fiskifør undir føroyskum flaggi, sum fiska innan føroyskt sjómark ella av fiskirættindum, sum Føroyar hava tilognað sær við millumlandaavtalu, skulu hava sáttmála við manningarfeløgini, og manningin skal lønast sambært hesum sáttmálum.”

 

Verður manningin lønt á annan hátt, skal reiðarin fáa bót og í síðsta enda missa sítt fiskiloyvi, sigur Javnaðarflokkurin í lógaruppskotinum.

 

Á kjakfundinum um fiskivinnunýskipan spurdi Jan Højgaard alt pallborðið, um teir taka undir við at seta hetta kravið inn í lógina um vinnuligan fiskiskap. Meðan onkrir flokkar taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, so halda aðrir tað vera rættast at brúka útlendingalóggávuna sum amboð fyri at steðga sosialari dumping.

 

Á fundinum í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík í gjárkvøldi vóru politisku flokkarnir  umboðaðir av Jacobi Vestergaard, Alfred Olsen, Aksel V. Johannesen, Bill Justinussen, Kára P. Højgaard, Poul Michelsen og Høgna Hoydal.

 

Hoyr, hvat politikararnir svaraðu, við at trýsta á pílin undir myndini.