Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa upptakt til HM undankappingina hjá A-landsliðnum í hondbólti, sum verður seinni í vikuni. Í samrøðu við ÍtróttarSosialin greiðir Sonni Larsen, landsliðsvenjari, frá fyrireikingunum, vónunum og mótstøðuliðunum.
Les Sosialin á netinum við at trýsta HER
Um vikuskiftið var eisini hendingaríkt hondbóltsumfar, har menninir hjá H71 kollsigldu í høllini á Hálsi. 13 mál var tað heila teir kláraðu upp á ein tíma. Les eisini um Peter Krogh, sum er komin aftur til H71.
Les eisini um kvinnukappingina, har VB nú fær trupult at bjóða av í oddinum, tí toppskjúttin í hesum kappingrárinum ikki verður við, meðan Kyndil og VÍF drøna avstað.
Les eisini um útisetarnar í fótbólti. Sáttmálin gongur út hjá fleiri av teimum. Millum annað hjá Jóan Símuni Edmundsson, ið hevur eitt ynski um at spæla á hægri stigi.
Les eisini um nýggja hjálparvenjaran hjá Víkingi, sum er kent andlit í føroyskum fótbólti, klummuna, royn spurnarkappingina og les stuttsøgd ítróttartíðindi.