- Vit eru væl nøgd

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum, setur her orð á fyrsta dagin í svimjingini á oyggjaleikunum

Føroysku svimjararnir fingu í gjárkvøldið 12 medaljur. Tríggjar gull, fýra silvur og fimm bronsumedaljur.

 

Eftir svimjingina í gjárkvøldið, fingu vit orð á Rók í Jákupsstovu, formann í Svimjisambandinum, sum segði at hann var væl nøgdur við tann fyrsta dagin. Føroysku svimjararnir høvdu tó hopa uppá okkurt gull heiðursmerki afturat, men samanumtikið var talan um gott avrik frá føroysku svimjarunum.

 

Hoyr samrøðuna við Rók í Jákupsstovu við at trýsta á pílin undir myndini.