Henning Kruse Petersen, nevndarformaður í Fíggjarligum Støðufesti, er vónbrotin av, at landsstýrið ikki setti pengar í Eik. Tað sigur hann við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Hann er fegin um, at Eik er selt, men samstundis vónsvikin av, at Fíggingargrunnurin vildi ikki vera við til at keypad Eik. Eftir hansara tykki eigur Fíggingargrunnurin at verða nýttur til at hjálpa peningastovnum, sum eru í trupulleikum.
Henning Kruse Petersen upplýsir eisini fyri Kringvarpinum, at Fíggjarligt Støðufesti fer ikki at skunda sær at fáa nakran at keypad tey 30 prosentini av Eik, sum Fíggjarligt Støðufesti eigur.