– Endamálið er rokkið, og vit eru væl nøgdir við úrslitið!
Tað sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag
Og hann er væl nøgdur, hóast tey nú eru farin at taka flakamaskinur niður á gamla Bacalao í Havn, tí tær skulu seljast av landinum.
Líka síðani Fiskavirking læt aftur, hava tey í Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag droymt um at fáa arbeiði aftur í Bacalao.
Tey bæði feløgini keyptu eisini heilt fitt av flakamaskinum, og aðrari útgerð til endamálið. Men tær hava staðið stillar alla tíðina, tí tað eydnaðaðist ongantíð at lata flakavirkið uppaftur.
Og tískil verða fleiri av maskinunum nú tiknar niður aftur, tí tær eru seldar av landinum. Hinvegin verða fleiri av maskinunum eftir á virkinum, tí teimum verður brúk fyri.
Men hetta merkir ikki, at ætlanin at fáa virkið upp aftur, er miseydnað, sigur Hans Joensen.
Tí fyri tað um einki flakavirkið er aftur í Havnini, er tað ikki frítt, at fiskaarbeiði er aftur á bryggjuni.
Har er nevniliga ein landingarmiðstøð, sum hevur eini 20 fólk í arbeiði og sum brúkar ein part av maskinunum. Og nú fær Landingarmiðstøðin brúk fyri meiri plássi og sostatt verður brúk fyri enn meiri arbeiðsfólki og tey skulu eisini brúka nakrar av maskinunum afturat.
Og tað er formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag nøgdur við.
– Endamálið við keypa maskinurnar er rokkið. Hjá okkum hevur tað týdning at lív og arbeiðið er á bryggjuni, ikki hvat slag av arbeiði, talan er um, sigur hann.
Hann sigur, at nú maskinurnar verða seldar, fáa feløgini eisini pengar fyri tær, so beinleiðis fíggjarliga tapið er avmarkað, leggur hann afturat.
Niðanfyri eru nakrar myndir, sum vórðu tiknar í gjár á Bacalao, har tey eru í ferð við at taka maskinurnar niður