Fjarlestur
Úr Skotlandi vóru Alan Hunt og Martyn Orchard frá Robert Gordon University komnir til Føroya. Tað var í sambandi við, at teir á Robert Gordon byrjaðu upp á eina nýggja í samstarvi við Føroya Handilsskúla og oljufelagið BP, ið hevur fíggjað útbúgvingina.
Alan Hunt er tað teir rópa course leader fyri hetta slagið av útbúgving á Robert Gordon University, og hann fegnast um, at áhugin millum føroyingar er so mikið stórur. Samstundis er hann fegin um, at føroyingar hava tikið hetta stigið.
?Áhugin kom úr Føroyum upprunaliga. Frammanundan móttøka vit umsóknir frá fólki kring allan heim, og vit hava eisini kunnleika til Føroyar, soleiðis at tað ikki var torført hjá okkum at taka avgerðina um at byrja hetta nýggja samstarvið, sigur Alan Hunt.
Alan Hunt sigur hetta vera nakað nýtt fyri teir í so máta, at talan er um Føroyar. Kortini hava teir royndir við tílíkum arbeiði, og hetta er serstakt í so máta. Munurin sigur hann vera, at fjarstøðan millum skúlan og næmingarnar er stór, men teir eru glaðir fyri samstarvið við Føroya Handilsskúla, sum gevur teimum lesandi eitt tættari samband við skúlan, hóast talan er um fjarlestur.
Tá hetta var nakað heilt nýtt, so høvdu bæði Robert Gordon og Handilsskúlin ikki gjørt sær tær nógvu vónirnar um, at áhugin fór at vera nakað serliga stórur, hóast tey kendu, at áhugi og tørvur var eftir einari tílíkari útbúgving. Ùrslitið gjørdist, at 130 fólk søktu um upptøku, men pláss var sum sagt bert fyri teimum tjúgu.
?Vit eru sera væl nøgdir og satt at siga heilt ovfarnir av støðinum hjá teimum søkjandi. Akademiska støði er sera høgt, og hetta eru vit serstakliga fegnir um, tí hetta er ein útbúgving, ið krevur nógv frá teimum lesandi, og hon er á einum rættiliga høgum støði, sigur Alan Hunt.
Fríggjadagin fingu teir báðir frá Robert Gordon so fyrsta møguleikan at hitta næmingarnar, og teir lótu væl at.
?Hetta er ein sera nógv vitandi flokkur, ljóðaði tað frá Martyn Orchard.
Alan Hunt sigur, at teir hava lagt seg eftir tí akademiska støðinum fyrst og fremst, tá teir hava valgt næmingarnar út til útbúgvingina, og tað skortaði heldur ikki við kvalifiseraðum næmingum. Miðalaldurin er 38 ár, og teir meta talan vera um ein góðan blanding av fólki. Serliga fegnast teir um, at tað er ein góður blandingur millum fólk frá almenna og privata sektorinum.
Kanna eftir
Enn er eingin avgerð tikin um, hvørt ein nýggjur flokkur av hesum slag skal upptakast.
?Tann stóri royndin verður at vita eftir, hvussu nógv klára tað, men vit fara eisini at gera eftirmetingar nakrir ferðir hesi næstu trý árini. Eydnast hetta væl, so kann tað væl hugsast, at eitt líknandi tilboð verður stáplað upp á beinini, men fyribils eru ongar ætlanir um at byrja ein nýggjan flokk, hóast áhugin hevur víst seg at vera so mikið stóran, sigur Alan Hunt.
Prógvar eftirspurningin
Elsa Maria Olsen, deildarleiðari á Føroya Handilsskúla, sigur, at tað er ógvuliga harmiligt fyri Handilsskúlan at skula avvísa so nógvum fólkum.
?Hesi hava fyri tað nógva alt tað, ið krevst til eina tílíka útbúgving, og hetta prógvar, at tað er stórur eftirspurningur eftir hesum slagi av útbúgvingingum, sigur Elsa Maria Olsen.
Tá útbúgvingin av fyrstan tíð varð almannakunngjørd, so varð vísta Góðir tríggir triðingar av næmingunum koma úr høvuðsstaðarøkinum. Hetta heldur Elsa Maria skyldast, at tað flestu útbúgnu fólkini savnast í Havn, har mesta almenna umsiting er, og tað er eisini í høvuðsstaðarøkinum, at eftirspurningurin eftir væl útbúgnum fólki er størstur.
Handilsskúlin hevur ætlanir um, at innan fýra ár skal skúlin bjóða útbúgvingar innanfyri tað merkantila á bachelor støði. Hetta vónar Elsa Maria fer at eydnast, men hetta er sjálvandi nógv treytað av m.a. fígging og møguleikunum hjá skúlanum annars. Føroya Handilsskúli bjóðar í skrivandi stund útbúgvingar á hægri stigi sum kvøldskúla, og skúlin hevur harafturat eisini bjóða út datamatikara útbúgving, har teir seinastu næmingarnir júst vórður lidnir fyri góðum mánaði síðani.