Vit eru trýst í botn

– Vit eru fullgreið yvir, at hetta fær avleiðingar fyri fólk, men vit hava ikki aðrar møguleikar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum

– Vit eru trýst í botn og vit hava ikki aðrar møguleikar.

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, nú tað er greitt, at fráboðaða verkfallið í morgin verður veruleiki.

 

Verkfallið skuldi byrjað leygarmorgunin, men Gerðarætturin segði, at tað var ólógligt, tí ongin meting var um, hvørji undantøk krevjast fyri at sleppa undan at seta lív og heilsu í váða. Tí varð verkfallið útsett til í morgin ári og samstundis hevur Pedagogfelagið roknað seg fram til, at undantak skal gevast til 89 pedagogar fyri at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í váða.

 

Hinvegin hevur Almannaverkið boðað frá, at undantøk krevjast til 135 pedagogar fyri at støðan skal vera trygg, men Gerðarætturin hevur nú givið Pedagogunum viðhald.

 

Og tað er Jógvan Philbrow nøgdur við, tí hann ásannar, at gekk eisini avgerðin hjá Gerðarættinum í kvøld ímóti Pedagogfelagnum, hevði tað verið eitt rættiligt bakkast fyri verkfallið.

 

Hann sigur eisini, at fyribils stendur tað við, at undantak verður givið til 89 pedagogar, men at tey hava fingið umsókn um nøkur undantøk afturat, og tær umsóknirnar verða viðgjørdar nú. Hann veit ikki, hvat úrslitið av tí verður, men hann heldur, at tað er ógvuliga ósannlíkt, at tey fara at geva undantak til 135 pedagogar, sum Almannaverkið bað um.

 

Hann sigur eisini, tað er við ringum tannabiti, at Pedagogfelagið fer í eitt verkfall, sum hetta, tí tey eru fullgreið yvir, at hetta fær avleiðingar fyri fólk.

 

Men hann sigur, at tey eru trýst í botn, og at eingin annar útvegur er. Og hann sigur, at tað er tí at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ikki hava tikið lønarkrøvini hjá pedagogunum í álvara, at tey nú eru endað í hesi støðuni.

 

– Vit eru eitt fakfelag, sum fæst við menniskju, og vit eru fullgreið yvir, at tær avgerðir vit taka, ávirka fólk og tí er tað avgjørt ikki nakað, vit gera í óðum verkum, sigur Jógvan Philbrow.

 

Men nú vónar hann, at fáa samráðingarboð aftur sum skjótast.