Teir høvdu tvey primerøki og fingu tað eina. Jan Evensen sigur, at teir nú samstarva við onnur feløg og við myndugleikarnar um at fáa eina boring á sumri næsta ár. Hann vónar, at spurningar um trygd og umhvørvi koma uppá pláss til tíðina, tí teir vilja fegnir seta hol á í juni, juli ella august.
The Faroes Partnership hevur bundið seg til at bora minimun tveir brunnar. Teir hava so eisini eina sera umfatandi umsókn hvat tí føroyska innihaldinum viðvíkur. Talan er um nógvar verkætlanir sum teir nú gera eina ætlan fyri at leggja fyri myndugleikarnar. Hetta snýr seg m.a. um at hækka støðið hjá føroyskum ídnaði, so hann fær luttikið í komandi oljuvinnuni.
Jan Evensen er ómetaliga fegin um tann mátan sum Oljufyrisitingin hevur arbeitt uppá og her serliga Herálvur Joensen. -Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva, men tað hava teir so megnað ótrúliga væl. At tað so eisini er gjørt innan fyri ein tíðarkarm, sum vit allir kunnu góðtaka, eri eg eisini ovfarin av, og ikki minst av, at teir hava verið framman fyri tíðina við hesum. Úrslitið av loyvisumfarinum vísir so eisini, at her hevur verið talan um eina skilagóða og rættvísa útbjóðing.
Jan Evensen heldur, at hetta verður ein ótrúliga spennandi prosess framyvir. Hann heldur sjálvur, at teir hava fingið loyvið grundað á tekniska innihaldið og tann føroyska partin. -Tað hevur ikki havt nakað beinleiðis við føroyska felagið at gera. Føroyskir myndugleikar hava megnað at hildið eina javnvág og eina konsekventa linju. Eg haldi ikki vit hava fingið loyvi orsakað av Atlantic Petrolum, men sjálvandi hava teir givið eitt sera gott íkast til føroyska partin.
Jan Evensen sigur seg vera sera ovfarnan av, at Norsk Hydro ikki fekk lisens. Hann kennir ikki smálutirnar í hesum. Fyrr hevur Hydro verið í bólki saman við Amerada Hess og hava havt sera gott samstarv.










