Vit eru til fyri at nøkta tørvin á bústøðum

Almenna bústaðarfelagið Bústaðir er komið í andglettin, tí felagið hevur gjørt sáttmála við eina danska fyritøku um at byggja íbúðirnar í Mattalág í Havn.

 

Hildið verður, at tað er eitt sindur undarligt, at eitt alment bústaðarfelag brúkar útlendska arbeiðsmegi at byggja almennar íbúðir í Føroyum.

 

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, fanst at hesum í Degi og Viku í mánakvøldið og helt, at hetta var ein vánalig loyusn.

 

Trýstið á pílin undir myndini og hoyrið, hvat Andras Róin, stjóri í Bústøðum, sigur um málið.