Føroyingar eru helst teir einastu, sum enn renna og tuska eftir seyði í fjøllunum. Aðrastaðni brúka tey hund, hest ella tyrlu.
Hetta halda Jákup Jacobsen í Haraldsundi og Tróndur Petersen á Viðareiði verða ov gamaldags, og skipa teir tí á øðrum sinni fyri seyðahundavenjaraskeiði á Viðareiði.
- Vit hava ikki givið okkum nóg væl far um, hvussu dugnaligar hundar vit kunnu fáa, um bert vit venja teir rætt, sigur Jákup.
Hann sigur, at neyðugt er at broyta hugburð, tá tað kemur til at reka við hundum.
- Vit mugu bara síggj í eyguni, at norðingar hava ikki góðar hundar. Vit koma ikki víðari, fyrrenn vit hava góðtikið hetta sjálvi. Vit eru øll í sama báti, og tað ræður um hjá okkum at hyggja at, hvussu aðrir handfara og venja hundar sínar.
Tað er Absalon Hansen í Havn, ið verður skeiðleiðari á skeiðnum , sum hann kallar, ?Frá hvølpi til unghund?.
Skeiðið verður í skúlanum á Viðareiði tann 20. novembur og byrjar klokkan 9 á morgni. Tey, sum hava umstøður til tað, kunnu hava hundar sínar við.
Tey, ið ynskja at tekna seg til skeiðið, skulu ringja á telefon 75 67 87. Freistin at tekna seg er úti 17. novembur klokkan 22.00.
Kostnaðurin fyri skeiðið er 300, 00 krónur, tá er matur íroknaður.