Tá móttøka var fyri Høgabergi í Fuglafirði leygardagin, segði nýggi formaðurin í vinnunevndini hjá Fuglafjarðar kommunu, Kristian Petersen, nøkur orð. Fyrst ynskti hann hjúnunum, Elisabeth og Anfinni Olsen, hjartaliga tillukku við nýggja og stásiliga skipinum.
- Tað er ikki á hvørjum degi, at nýggj skip koma í flotan. Hesaferð er talan um eitt spildurnýtt skip, sum er latið fyrrverandi eigarunum av skipasmiðuni í desember í 2014. Sostatt er Høgaberg nýggjasta skipið í føroyska flotanum.
Kristian Petersen vísti á, at Høgaberg er bygdur til at kunna framleiða hágóðsku dygd úr uppsjóvarfiski, sum gevur betri marknaðaratgongd til aðrar og nýggjar marknaðir, sum vit vanliga ikki troyta. Í samtakinum hjá Framherja teljast nú sjey skip, Akraberg, Fagraberg, Stapin, Mascot, Sigmund, Skørin og nú Høgaberg.
- Skipini í samtakinum hava verið rikin fyrimyndarliga og hava verið ein stórur fongur fyri okkum, sum búleikast í nærumhvørvinum. Tað hevur so ómetaligan stóran týdning fyri nærumhvørvið, tá eitt skip sum hetta kemur í flotan.
Vinnunevndarformaðurin segði, at hetta ikki bara gevur góðar inntøkumøguleikar fyri manning og reiðarí, men eisini fyri tær avleiddu vinnurnar, eitt nú móttøkuvirkuvirkir, smiður, trolverkstøð, heilsølur og smásølur, sum ríkiliga verða leskaðar.
- Búskaparliga avkastið av einum slíkum skipi er rættiliga stórt og hevur so ómetaliga nógvar ringvirkningar við sær. Ja, vit kunnu ikki annað enn vera errin av at hava Framherja í kommununi. Felagið hevur víst dirvi frá byrjan og hevur alla tíðina tillagað seg til tíðirnar og umstøðurnar.
Kristian Petersen helt fyri, at tað skal ikki so lítið dirvi til at gera íløgur í fiskivinnuna í dag, nú tosað verður um fiskivinnunýskipanir, og ilt er at meta um, hvat vendur niður, og hvat vendur upp.
- Elisabeth og Anfinn, eg kenni tykkara áræði. Tit vilja síggja møguleikarnar heldur enn vandarnar. Tit eru stigtakarar ella íverksetarar og eru tí so ómetaliga týdningarmikil fyri okkara nærumhvørvið. Vit í Fuglafjarðar kommunu eru stolt av tykkum, segði vinnunevndarformaðurin hjá Fuglafjarðar kommunu.