Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, er væl nøgd við hátíðarløtuna í dag, nú júst 30 ár eru liðin, síðan Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr millum Vágar og Keypmannahavn við ferðafólki.
- Jú, dagurin eydnaðist væl, og vit eru sera væl nøgd, sigur stjórin.
Á tiltakinum seinnapartin vórðu røður hildnar, og tónleikur framførdur, og á In.fo seinni í kvøld fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum stjórin segði við hátíðarløtuna.
Jóhanna á Bergi sigur, at á tiltakinum fekk maskotturin hjá Atlantsflogi navn, og avgjørt er at velja navnið Atlas, sum tey halda riggar væl saman við navninum á flogfelagnum og heimskortinum.
- Fleiri enn 1000 uppskot komu til navnið, og tað eru næmingar á Tekniska skúla, sum hava gjørt maskottin hjá okkum.
Heiðrikur á Heygum fekk Listaflog 2018 á 100.000 krónur til eina verkætlan og framsýning, sum verður bæði í Danmark og Føroyum. Verkætlanin hjá Heiðriki varð vald millum 36 verkætlanir, sum vóru í uppskoti.
- Tríggir føroyingar - tríggir ungir menn - eru føddir sama dag sum Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr við ferðafólki millum Vágar og Keypmannahavn, og teir vóru allir við til hátíðarhaldið í dag.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at 30 ára gomlu menninir vórðu allir heiðraðir og fingu blómur og gávubræv frá Atlantsflogi.