- Vit eru spentir upp á surimi

Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at alt gongur sum ætlað við nýggja surimivirkinum á Tvøroyri.

- Tað gongur eftir ætlan við nýggja surimivirkinum á Tvøroyri, og alt bendir á, at virkið verður royndarkoyrt í desember, og síðan byrjar veruliga framleiðslan um ársskiftið. Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera spent uppá - og sum vit trúgva uppá.

 

Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, við In.fo í dag. Hann vísir á, at nýggja surimivirkið, sum verður í bygninginum, har landingarmiðstøðin á Tvøroyri var áður, er ein partur av langtíðarætlanunum hjá Varðanum.

 

- Okkara mál er at framleiða matvørur, og vit vilja gera okkara til at virðisøkja tað tilfeingi, sum vit hava í Føroyum. Vit vilja gera okkara til at skapa virðisøking og vøkstur í samfelagnum - eisini burtur úr svartkjaftinum, sum fæst stóran part av árinum og er eitt týdningarmikið tilfeingi.

 

Bogi Jacobsen sigur, at svartkjaftur er væl egnaður til surimi, og tað eru fleiri skip og virkir runt um í heimi, sum hava framleitt surimi í mong ár við góðum úrsliti. Millum lond, ið eru kend sum surimi-framleiðarar, er eitt nú Alaska.

 

- Eisini í Føroyum eru fleiri royndir gjørdar við surimi, bæði á landi og umborð á skipi. Tøknin á virkinum á Tvøroyri verður av nýggjasta slag. Marknaðurin fyri surimi er stórur, og okkara avbjóðing verður at finna og selja okkara framleiðslu.

 

Stjórin sigur, at hóast aðrar royndir við surimií Føroyum eru steðgaðar, trúgva bæði hann og Varðin upp á, at royndin á Tvøroyri fer at eydnast. Hann dylir tó ikki fyri, at hetta verður ein avbjóðing, men teir fara fúsir til verka og eru opnir fyri øllum møguleikum, sum marknaðurin spyr eftir.

 

- Svartkjaftur og konsistensurin í svartkjafti er væl egnaður til surimi og fiskurin, sum verður virkaður í hesi framleiðslu, skal vera feskur - og ikki frystur. Fiskurin verður skorin til flak og gjørdur til fars, og síðan fer farsið í surimi-maskinurnar, har tað verður reinsað, og smakkurin verður tikin úr.

 

Hann vísir á, at surimi er ein smakkleys vøra, sum smakkur verður settur til - alt eftir, hvør framleiðslan er, og hvat vøran skal brúkast til. Við tí tøkni, sum er á marknaðinum í dag og tí stóra altjóða marknaði, sum er fyri surimi, væntar hann, at Varðin Pelagic fer at fáa hetta at bera til.

 

- Íløgan í nýggja surimi-virkið á Tvøroyri fer at liggja um einar 60-70 miljónir krónur, og vónin hjá okkum er, at virksemið sum frá líður fer at geva arbeiði til eini 70 fólk ein fittan part av árinum. Vónin er eisini, at skip og manningar kunnu fáa nakað meira fyri svartkjaft sum fer til surimi, sigur Bogi Jacobsen, stjóri.