Við sínum 207 sentimetrum og 190 kilo á vektini er HafÞór Júlíus ein imponerandi harri. Og við sigrinum í Battle of the North fríggjakvøldið prógvaði hann, at tað er ikki bara deyðvekt, sum er innanborða.
HafÞór varð undan kappingini mettur sum favorittur, og hann var eisini nóg erligur til at staðfesta, at hann roknaði við, at hann endaði fremstur.
– Ja, tað gjørdi eg. Eg eri sera væl fyri í løtuni, og tí fari eftir sigrinum í hvørji einastu kapping, sum eg luttaki í. Tað gjørdi eg eisini hesaferð, og tað er frálík kensla, nú hetta eydnaðist, fekk hann sagt millum øllum børnini, sum vildu hava autograf frá risanum og myndir saman við honum.
Men hvat er hetta við íslendingum og strongman-kappingum. Eg meini so við, at seinastu 30 árini ella so hava tit støðugt havt íðkarar, sum eru millum teir allarfremstur. Eru tit bara sterkari enn øll onnur?
– Tað eru vit kanska, flennir HafÞór.
– Hetta er í øllum førum ein ítrótt, sum íslendingum dáma væl. Vit eru jú eisini víkingar, so tað liggur til okkum at gera roysni og brøgd, og tí eru vit kanska bara sterkari enn øll onnur, helt – heilt bókstaviliga – stóri vinnarin á Hálsi.