NÁTTÚRUVANLUKKA
Eirikur Lindenskov
? Náttúrunnar dómstólur hevur talað - og vit hava tapt. Teir nýggju nomadarnir satsaðu upp á kvantitet heldur enn kvalitet. Men dzud?in er ein rættvísur dómari, sum vit hava kent í fleiri túsund ár.
Soleiðis sigur Myatavyn Tsagaan, sum er leiðari fyri felagsskapinum hjá mongolsku nomadunum. Hann er útbúgving djóralækni og journalistur og starvast dagliga í mongolska útvarpinum. Hann er farin um tey fimmti, og tað sæst í eygnabrá hansara, at hann tosar av royndum. Sjálvur er hann nomadi ? uppvaksin á steppuni, men er seinni fluttur inn í býin ? men hann er framvegis nomadi, leggur hann dent á.
? Altjóða hjálp er ikki rætti heilivágurin fyri Mongolia. Tey, ið hava mist alt, fáa nøkur nýggj djór at byrja umaftur við aftur fyri at arbeiða fyri aðrar nomadar soleðis sum vit altíð hava gjørt.
Myatavyn Tsagaan vísir frá sær, at dzud er økologiskt treytað
? Nomadarnir vita fullvæl, hvussu kensluborin náttúran er og um vandan um, at oyðimørkin veksur. Men hóast tað, so er landið so stórt, at tað sum einki kann bera nógvar ferðir so nógv djór, sum vit hava í dag, sigur hann.
? Í miðal hava vit dzud fimtahvørt ár. Skulu evropear nú til at hjálpa okkum fimta hvørt ár? Nei, við hesum lærupenga skulu vit endurbyggja nomadutilveruna út frá søguligum royndum, siigur hann.
Hann vísir á, at kommunistarnir royndu at broyta lívsformin hjá nomadunum í nøkur tíggjuáraskeið við teirra djóralæknatænastu, heilivági og vísundaligu royndum upp á at krossa djór úr Mongolia og Russlandi fyri at vinna meira mjólk og meira ull. Tankagongdin var vónleys, náttúran sjálv er tann einasti heilivágur fyri djjórini hjá nomadunum. Tey skulu tola at verða bakað í 40 hitastigum um summarið, men samstundis tola minus 40 kuldastig um veturin. Stovnurin reinsar seg sjálvan, sigur Myatavyn Tsagaan.
? Tey skulu tola eitt hálvt ár uttan mat og sjálv bera mótstandmegini móti sjúkum. Stovnurin reinsar seg sjálvan, og eftir hendan dzud?in fer talið á djóorum aftur at vaksa. Tey harðføru djórini klára seg ? og tað merkir kvalitet, leggur Myatavyn Tsagaan dent á.,
Og hann sær fyri sær framtíðin hjá nomadunum:
? Kjøtið sum nomadarnir framleiða fer at verða eitt sera stórt tilfeingi í framtíðini. Livihátturin hjá nomadunum er tann mest modernaði, eg kann ímynda mær í einum heimi, har stórur dentur verður lagdur á berikraft og økologi. Hóast vit hava lært nógv undir kommunismuni, so kann tað bara ganga frameftir nú, sigur Myatavyn Tsagaan.
Og sum landsins forsætisráðharri segði við Sosialin, tá vit hittu hann á forsetaborgini dagin eftir:
? Mentaliteturin hjá okkum sigur, at vit vilja ikki tykjast fátæk í gestsins eyga. Vit kunnu viðganga, at vit hava truplar tíðir, men vit fara neyvan at góðtaka, at vit líða neyð. Fyri at siga tað á nomadamáli: Tú telur ikki tenninar á hestinum, tú fært sum gávu. Tað er ómøguligt at fáa altjóða lán uttan at brúka orðið »fátækradømi« ? men tað er trupult fyri okkum at viðganga, at vit eru fátøk, sigur 38 ára gamli forsætisráðharrin úr Tjóðskaparflokkinum, R. Amarjagal.
Sambært forsætisráðharranum verður tapið av náttúrvanlukkuni upp á í minta lagi eina milliard US dollarar. Men eins og Myatavyn Tsagaan sær eisini hann fyri sær eina ljósa framtíð fyri Mongolia.
? Landið er so einastandandi og so ríkt upp á tilfeingi. Mongolia er eitt av teimum mest fantastisku menningarlondunum, ikki minst vegna høga útbúgvingarstøðið. Júst sum Djengis Kahn vann heimin við einum lítlum heri á hestbaki fyri 800 árum síðani, kunnu vit vinna heimin við kunningartøkni. Komið tit bara aftur um trý ár, tá skulu vit vísa tykkum, at vit hava internet allastaðni, helt R. Amarjagal uppá.
Jú, internetið hevur eisini vunnið fram í Mongolia ? og hóast tað ikki var júst tað besta sambandið, so fekk undirritaði bæði lisið InternetSosialin og kannað teldupostin norðan fyri Gobi oyðimørkina ? nærmast úti í óbygdum.
Men líkamikið, hvat forsætisráðharrin sigur, so er neyðin stór í Mongolia. Í Ulaam Baatar eru fleiri túsund gøtubørn, sum annaðhvørt eru foreldraleys ella børn, sum eru rýmd frá framman undan skroypuligum familjum.
Alkoholtrupulleikarnir eru stórir millum menninar, og tí verður meira satsað upp á genturnar, sum eru nógv størsti parturin av teimum lesandi á universitetunum. Tað eru eisini fyri tað mesta kvinnur, sum taka mikrolán, sum er ein av ST-verkætlanunum: Fólk læna upp til 100 dollarar, sum tey skulu gjalda aftur eftir einum ári, so tey fáa skapt sín egna handil ella virki til framleiðslu.
A internetkaféum síggjast eisini ungdómar ? sum kanska staðfesta pástandin hjá forsætisráðharranum.









