Vit eru ordiliga glaðar í dag

Hetta er eitt hjartabarn so tað er rørandi, at tað nú hevur eydnast, siga Súsanna Winther Poulsen, og Súna Mørk

- Vit eru ordiliga glaðar í dag!

Tað siga tær báðar, Súsanna Winther Poulsen, og Súna Mørk.

 

Nú er loksins dagurin komin, har tilhalds- og virkishúsið fyri sálarveik, Fountain Húsið, letur upp í Føroyum.

Tær báðar eru millum stigtakarunum og tær sigua, at tað er bæði rørandi og spennandi, at tað nú gerst veruleiki.

 

Fountain Húsið Tað heldur til í kenda, reyða húsinum niðarliga á Tinghúsvegnum í Havn, nevniliga á Tinghúsvegi 12. Tað er húsið, sum vanliga verður nevnt Heinesens Hús.

 

Í dag er almenn móttøka í húsinum til klokkan 17 og klokkan 9.30 í morgin, hósmorginin, letur tað upp fyri virkseminum.

 

Tá eru øll, sum halda seg hava brúk fyri einum slíkum tilboði, vælkomin í húsið, tí tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna, ella øðrum, sigur fyrireikararnir.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr tær báðar greiða frá um hetta nýskapandi tilboðið til sálarveik í Føroyum.