- Vit eru ógvuliga vónbrotin
Tað staðfesti Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB á Rás2 nú á miðdegi.
Og tað, tey eru vónbrotin av, er, at Hondbóltssambandið hevur gjørt av at flyta seinnu semifinaluna í steypakappingini, sum skuldi vera í Vági mikukvøldið, tilfríggjakvøldið, eftir áheitan frá kyndilskvinnum.
Tær høvdu ikki høvdu hug at liggja nátt í Suðuroy, tí tær skuldu til arbeiðis, til próvtøku og høvdu børn at passa.
Les eisini: Dysturin neyvan liðugur tá ið Smyril loysir
Forkvinnan í VB er vónbrotin av, at Hondbóltssambandi brádliga broytir mannagongdina fyri kappingini mitt í kappingarárinum.
- Eg haldi, at kappingarnevndin skal halda vanliga mannagongd, og tað er, at tað ber bara at flyta ein dyst undir serligum umstøðum.
Les eisini: VB noktar at spæla fríggjdag
- Øll árini, hevur tað ikki verið umfatað av hugtakinum, ”serligar umstøður”, at spælarar mugu fáa sær frí frá arbeiði, at spælarar mangla barnagentu ella at spælarar skulu gista eina nátt.
- Tað hevur ongantíð verið ein grundgeving hjá kappingarnevndi fyri at flyta ein dyst, sigur Vigdis Nolsøe.
Hon sigur, at vágingar sita eftir við eini lítlari kenslu av, at Kyndil hevur fingið sersømdir í hesum føri.
- VB hevur ofta verið úti fyri hesum, og hevur ofta gjørt vart við hetta, men nú tað er eitt annað lið sum kærir um hetta, verður tað broytt.
- Vit halda í hvussu so er ikki, at øll fáa somu viðferð, leggur hon afturat.
Hon sigur, at eisini í VB fegnast tey um at sleppa undan at spæla mitt í viku.
Men treytirnar kunnu ikki broytast mitt í eini kapping. Skal mannagongdin broytast, má tað takast upp á fundi ímillum feløgini.
- Annars verður fríggjakvøld ikki talt við upp í vikuskiftið, tí kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum sigur, at tað er ein miðvikudagur.
- Tað vóni eg, at tey minnast til, næstu ferð, ein útidystur hjá VB verður lagdur eitt fríggjakvøld, so at liðið má liggja nátt norðanfyri.
VB hevur boðað frá, at tey fara víðari við málinum.
- Vit eru ógvuliga vónbrotin Tað staðfesti Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB á Rás2 nú á miðdegi. Og tað, tey eru vónbrotin av, er, at Hondbóltssambandið hevur gjørt av at flyta seinnu semifinaluna í steypakappingini, sum skuldi vera í Vági mikukvøldið, tilfríggjakvøldið, eftir áheitan frá kyndilskvinnum. Tær høvdu ikki høvdu hug at liggja nátt í Suðuroy, tí tær skuldu til arbeiðis, til próvtøku og høvdu børn at passa. Les eisini: Dysturin neyvan liðugur tá ið Smyril loysir Forkvinnan í VB er vónbrotin av, at Hondbóltssambandi brádliga broytir mannagongdina fyri kappingini mitt í kappingarárinum. - Eg haldi, at kappingarnevndin skal halda vanliga mannagongd, og tað er, at tað ber bara at flyta ein dyst undir serligum umstøðum. Les eisini: VB noktar at spæla fríggjdag - Øll árini, hevur tað ikki verið umfatað av hugtakinum, ”serligar umstøður”, at spælarar mugu fáa sær frí frá arbeiði, at spælarar mangla barnagentu ella at spælarar skulu gista eina nátt. - Tað hevur ongantíð verið ein grundgeving hjá kappingarnevndi fyri at flyta ein dyst, sigur Vigdis Nolsøe. Hon sigur, at vágingar sita eftir við eini lítlari kenslu av, at Kyndil hevur fingið sersømdir í hesum føri. - VB hevur ofta verið úti fyri hesum, og hevur ofta gjørt vart við hetta, men nú tað er eitt annað lið sum kærir um hetta, verður tað broytt. - Vit halda í hvussu so er ikki, at øll fáa somu viðferð, leggur hon afturat. Hon sigur, at eisini í VB fegnast tey um at sleppa undan at spæla mitt í viku. Men treytirnar kunnu ikki broytast mitt í eini kapping. Skal mannagongdin broytast, má tað takast upp á fundi ímillum feløgini. - Annars verður fríggjakvøld ikki talt við upp í vikuskiftið, tí kappingarnevndin hjá Hondbóltssambandinum sigur, at tað er ein miðvikudagur. - Tað vóni eg, at tey minnast til, næstu ferð, ein útidystur hjá VB verður lagdur eitt fríggjakvøld, so at liðið má liggja nátt norðanfyri. VB hevur boðað frá, at tey fara víðari við málinum. |