Føroyingar eru teir norðurlendsku talibanarnir. Tað sigur ein felagsskapur í New Jersey, sum arbeiðir fyri mannarættindum.
The Magnus Hirschfeld Center for Human Rights er heitið á felagsskapinum, sum í dag mótmælir útsagnunum hjá Jenisi av Rana.
Útsagnirnar hjá Jenisi av Rana røkka nú enn longur, enn áður hildið. Ein felagsskapur í Amerika vísur útsagnunum hjá tingmanninum stóra andstygd, og sendir í dag eitt alment skriv til føroyingar.
Felagsskapurin sigur, at eftir hendingina við Jóhonnu Sigurdardóttir, og tí nógv umrødda døgurðanum í Kirkjubø eru Føroya fólk útstillaði sum býtt og snævurskygd, og at hetta vísir ,at føroyingar hava tørv á útbúgving og upplýsing.
Millum samkynd kring hemin eru føroyingar kendar sum teir norðurlendsku talibanarnir, sigur felagsskapurin.
Felagsskapurin sigur seg vóna, at Føroya fólk, Miðflokkurin og Løgtingið einaferð finnur útav, at slikar hugsanir ein skom í heiminum.