##med2##
Løgmaður sigur, at tað kemur ikki óvart á hann, at korona aftur er farið at gera um seg nú, men hann sigur, at støðan er kortini nógvar ferðir verri enn hann hevði væntað. Tí sigur hann, at tað er neyðugt at seta nakrar avmarkingar í verk, hóast vit hava havt eitt tað frælasta samfelagið í heiminum.
– Verða fleiri smittað, ella heldur hetta smittutrýstið sær, er vandi fyri, at fleiri verða innløgd, og at starvsfólk, sum skulu røkta sjúk og veit í heilsuverkinum og á almannastovnum, eisini verða sjúk, og ta støðuna vilja vit ikki koma í.
Tí mugu vit taka støðuna í álvara og leggja lívið eitt sindur um í eina tíð, sigur hann.
Hann sigur, at vit hava ført ein koronupolitikk, sum byggir á tilmæli og álit á fólk og tað hevur hepnast sera væl. Og nú eiga vit øll at síggja álvaran í støðuni og at fylgja tilmælunum hesar næstu 10 dagarnar, tí eru góð útlit fyri, at tað eydnast okkum at berja smittuna niður.
Men hann tvíheldur framvegis um, at landsstýrið fer ikki at gera mun á fólki og tískil fer landsstýrið heldur ikki at seta eina skipan við koronupassi í gildið har tey, sum eru koppsett, fáa størri frælsið enn tey, sum ikki eru koppsett
Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá á FM1 um, hvør eigur at kanna seg, og hvør ikki skal kanna seg. Hann greiðir eisini frá støðuna beint nú og hann heitir á fólk um at síggja álvaran í støðuni.