Sodavatn
Óla Svend Nolsøe, stjóri á Restorff?s Bryggjaríi, sigur, at tey hava havt eini 15 ymisk sløg av sodavatni, harav Sisu hevur staðið fyri umleið 40% av samlaða umsetninginum av sodavatni.
Hinvegin, sigur hann, at samlaða sølan av sodavatni hjá Restorff?s Bryggjaríi snýr seg um eini 15% av øllum umsetninginum hjá felagnum. Tískil er parturin av umsetninginum hjá Restorff?s Bryggjaríi, sum stendst av sodavatni, munandi minni enn hjá Føroya Bjór, har hesin parturin liggur um ein helming.
- Kappingin er hørð, og vit hava verið noyddir at framleitt tær stóru fløskurnar uttanlands, meðan Føroya Bjór framleiðir sínar fløskur her heima. Sostatt hava okkara fløskur verið nógv dýrari at keypa enn fløskurnar hjá kappingarneytanum.
Loysir seg ikki
Óla Svend sigur, at sambært teimum tølum, sum Restorff?s Bryggjarí hevur á borðinum, hevur sodavatnið lítið og einki kastað av sær, og tí avgjørdi felagið nú at selja hendan partin av rættindunum til Føroya Bjór, tá ið hesir vóru sinnaðir at keypa.
- Við hesum hevur bryggjaríið í Klaksvík nú eisini uppaftur betri møguleikar at standa seg í kappingini við útlendska sodavatnið, sum verður selt í Føroyum.
Stjórin á Restorff?s Bryggjaríi sigur, at Føroya Bjór við Jolly og Sisu nú hevur tveir rættiligar ?tungvektarar? á marknaðinum.
Spurdur, hvørji onnur sløg av sodavatni, sum Restorff?s Bryggjarí hevur, hann heldur kundu verið áhugaverd hjá bryggjarínum í Klaksvík, vísir hann eitt nú á Peru, Assu og Hawaii-sodavatnið.
- Føroya Bjór hevur einki ?produkt?, sum minnir um Sisu. Hinvegin eru útlendsk sløg, sum kappast við Sisu í Føroyum, eitt nú Faxe Kondi.
Óla Svend sigur, at Føroya Bjór í fyrstu syfti fer at marknaðarføra tey sløg av sodavatni, sum felagið fer at framleiða og selja, við somu etikettum, sum Restorff?s Bryggjarí hevur havt á fløskunum.
Stuttar samráðingar
Vit spurdu eisini Óla Svend, hví hann í telefonini seinasta fríggjamorgun avsannaði, at Restorff?s Bryggjarí fór at selja hesi rættindi til Føroya Bjór, tá ið hann í Degi og Viku sama kvøld váttaði, at feløgini høvdu gjørt hesa avtalu.
- Tað var tí, at vit fríggjamorgunin ikki høvdu gjørt nakra avtalu um sølu av rættindum. Avtalan varð nevniliga ikki gjørd fyrr enn seinnapartin fríggjadagin.
Hann sigur, at tá ið leysatíðindi fóru at ganga um søluna uppundir endan av seinastu viku ? og fjølmiðlarnir byrjaðu at spyrja og vóru í holt við at skriva um hesi viðurskifti ? samdust partarnir um hesa avtalu seinnapartin fríggjadagin og avgjørdu samstundis at almannakunngera hana.
- Vit føldu, at vit vórðu noyddir at handla skjótt, um vit skuldu handla, sigur hann.
Eingin søla
Óla Svend Nolsø sigur, at leiðslan á Restorff?s Bryggjaríi er nógv betur ?gearað? til øl-framleiðsluna enn til sodavatnið.
- Nú framleiðslan av sodavatni verður løgd á hillina, hava vit betri møguleikar at gera uppaftur meira burtur úr ølinum.
Spurdur, um tað kann hugsast, at tað næsta, sum hendir, er, at Restorff?s Bryggjarí verður selt Føroya Bjór, sigur stjórin, Óla Svend Nolsøe, at enda:
- Nei, hetta hevur slett ikki verið upp á tal, og tað er einki aktuelt um hetta, sigur hann.