Vit eru øll úr Afrika

Hevur vísindin rætt, eru vit øll ættað undan einum og sama manni, sum búði í Afrika fyri millum 60.000 og 80.000 árum síðani.

Kanningar, sum IBM og National Geographic hava gjørt við gentøkni, eru komnar til ta niðurstøðu, at í dag er tað Sanfólkið ella teir sokallaðu buskmenninir í Afrika, ið líkjast hesum upprunamanninum mest. Hann var sum vera man ikki einsamallur, men hansara genetisku spor eru sjónlig hjá eftirkomarunum enn tann dag í dag, verður sagt.

IBM og National Geographic eru í ferð við at savna DNA-kanningar frá 100.000 fólkum úr øllum heiminum, men longu nú halda tey seg kunna siga við vissu, at vit øll stava frá einum og sama manni í Afrika.