?Vit eru øll fødd fræls?

Í samband við, at 60 ár eru liðin síðan heimsyvirlýsingin hjá ST um mannarættindi geva Bókadeild Føroya Lærarafelags og Amnesty International út barnabókina ?Vit eru øll fødd fræls? Í bókini, sum er 68 bls. í litum, verða allar 30 greinirnar í heimsyvirlýsingini lýstar í myndum. Myndirnar eru teknaðar av altjóða viðurkendum listarfólkum. Hvør grein verður á henda hátt søgd børnum á ein einfaldan og lættskildan hátt. Tað er Marna Jacobsen, ið hevur týtt tekstin úr enskum.

Mentamálaráðið hevur gjørt av at lata øllum fólkaskúlum eintøk av bókini í mun til næmingatal skúlans, so næmingar fáa høvi at verða kunnaðir um heimsyvirlýsingina um mannarættindi, sum er so sera týdningarmikil at kenna, tí hon umfatar okkum øll. Hvar vit enn búgva, og hvørji vit eru, so eiga vit hesi rættindi, sum ongin hevur loyvi at taka frá okkum.

Í samband við tiltakið í morgin fyrrapartin, sum Amnesty skipar fyri í Norðurlandahúsinum, fer landsstýriskvinnan í mentamálum Helena Dam á Neystabø at handa Amnesty hesa gávu. Bókin verður at fáa í Norðurlandahúsinum í morgin, og hon fæst eisini til keyps um alt landið. Bøkurnar verða sendar øllum skúlum fyrst í nýggja árinum.