Vit eru lítlibeiggi David hesaferð

Tað verður ikki David móti Goliat, tá Føroyar spæla móti Italia á Tórsvølli í annaðkvøld. Tað verður lítlibeiggi David móti Goliat.

Tað sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.

- Vit skulu spæla upp til okkara allarbesta og hava neyðuga hepnið, um vit skulu sleppa heilskapaðir frá dystinum. Italia er oddalið í bólkinum og vann á verandi heimsmeistarunum, Spania, í venjingardysti í summar. Teir hava eitt lið í serflokki, og tað skulu vit fyrireika okkum uppá, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.

Atli Gregersen heldur, at tað føroyska liðið skal fremst av øllum sleppa undan einari ræðuligari byrjan.

- Italia fer helst at leggja fyri sum eitt óløgi. Hóra vit undan fyrstu løtuna, og samstundis spæla okkum upp, eru góð líkindi fyri, at vit fáa eitt gott úrslit, sigur Atli Gregersen. Hann vil tó ikki siga ítøkiliga, hvat er eitt nøktandi úrslit í morgin.

- Eitt gott úrslit er altíð at vinna, men umstøðurnar eru øðrvísi í morgin, sigur Atli Gregersen.

Jákup Mikkelsen og Arnbjørn Hansen verða ikki við í hópinum í morgin. Teir eru skaddir.