- Við hesi nýggju lønartalvuni eru vit komin langt á leið. Vit eru heilt avgjørt tættari upp á málið. Vit hava fingið ein lønarlyft, men tað kemur ikki beint her og nú.
Tað segði Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, við KVF stutt eftir, at hon hevði undirskrivað nýggja lønarsáttmálan. Sum vera man frøddist hon um nýggju avtaluna.
- Eg haldi hetta er ein góð kensla. Báðir partar kunna vera serstakliga væl nøgd við avtaluna. Tað hava verið harðar samráðingar frá báðum pørtum, segði Óluva í Gong.
Forkvinna greiddi frá, at man er komin nærri málinum at veita limunum ein lønarlyft, hóast hann ikki verður givin her og nú. Framhaldandi greiddi hon frá, at við nýggja sáttmálanum, so verður endastigini hækkað og endalønin verður munandi hægri.
Forkvinnan í fakfelagnum ásannaði í samrøðuni við KVF, at tað tó vóru nøkur ting, ið tey ynsktu broytt, ið tey ikki fingu við hesaferð.
- Arbeiðstíðarreglur mangla. Tað fingu vit ikki við hesa ferð, men tað muga vit taka við næstu ferð, segði Óluva í Gong við KVF.
Sambært KVF, so er byrjunarlønin í nýggja sáttmálanum umleið 26.000 krónur, meðan endalønin er umleið 34.000 krónur.