Vit eru komin í eina sera óhepna støðu

Pedagogfelagið loyvir sínum limum at søkja størvini í forskúlunum, men heitir á teir, um at hugsa seg væl um

- Pedagogar eiga at hugsa seg væl um, áðrenn teir søkja størv í forskúlum kring landið.

 

Tað er boðskapurin frá Maud Wang Hansen, forkvinnu í Pedagogfelagnum, nú á miðdegi í eini almennari fráboðan til pedagogarnar.

 

Fasti gerðarrætturin er komin til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt, tá ið Pedagogfelagið fyrr í ár gjørdi av, at nokta sínum limum at søkja størv í forskúlunum, tí størvini eru ikki flokkað. Námsfrøðingarnir krevja somu sømdir sum lærarar í forskúlunum, tí sama arbeiði eigur at geva somu løn.

 

Føroya Pedagogfelag virðir úrskurðin hjá Fasta Gerðarrættinum í forskúlatrætuni, men skilir ikki niðurstøðuna og hevur longu kært avgerðina. Hetta boðar felagið frá í grein á teirra heimasíðu.

 

Les eisini Blokadan var ólóglig

 

Føroya Pedagogfelag heldur ikki, at størvini hjá námsfrøðingunum í forskúlanum eru flokkaði, sum annars er niðurstøðan hjá Fasta Gerðarrættinum. Pedagogfelagið vil vera við, at tað, at kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag samráddust um júst flokkingina, vísir, at hvørki arbeiðsgevarar ella arbeiðstakarar mettu størvini vera umfatað av verandi sáttmálum, og tí ikki flokkaði.

 

- Hesum eru vit rúkandi ósamd í, og tað er júst av somu orsøk, at vit hava samráðst við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um hesi størv, sigur Maud Wang Hansen.

 

- Eftir okkara sannføring eru størvini ikki umfatað av nøkrum sáttmála og harvið heldur ikki flokkað. Hesa somu støðu hevur KAF eisini havt í samráðingunum við Pedagogfelagið.

Les eisini Reyvrend av gerðarrættinum

 

Men Føroya Pedagogfelag tekur avgerðina hjá Fasta Gerðarættinum til eftirtektar, í fyrstu atløgu, og avlýsir tí blokaduna og loyvir sínum limum at søkja starv í forskúlunum. Tó mælir forkvinnan í Føroya Pedagogfelag, Maud Wang Hansen, limunum til at hugsa seg væl um, áðrenn teir søkja starv har.

 

Les eisini KAF stevndi pedagogunum

 

- Tað merkir ikki, at Pedagogfelagið skilir úrskurðin og niðurstøðurnar í honum, tað ger felagið als ikki, sigur Maud Wang Hansen.

 

Føroya Pedagogfelag hevur longu sent eina kæru til nevndina fyri Fasta Gerðarrættin um brot á mannagongdir undir viðgerðini. Av tí sama, hevur Pedagogfelagið heitt á formansskapin í Fasta Gerðarrættinum um at taka málið upp aftur. Føroya Pedagogfelag umhugsar eisini at stevna úrskurðin inn fyri Føroya rætt, við kravi um ógildan vegna formlig brek í viðgerðini.

 

- Vit eru tí komin í eina sera óhepna støðu viðvíkjandi virðurskiftunum hjá námsfrøðingunum í forskúlunum, og tí mæla vit teimum til at hugsa seg ógvuliga væl um, áðrenn teir søkja størv har, sigur Maud Wang Hansen.

Les greinina frá Føroya Pedagogfelag her