Á Krás í Hósvík eru menn klárir at taka ímóti lombum at fletta og leiðarin, Alberg Gaardlykke, sigur, at fyrstu lombini í heyst verða flett hesa vikuna.
- Vit vóru klárir at fletta longu í síðstu viku, og nú bíða vit bara eftir, at menn fara á fjall. Gongst, sum onnur ár, fara vit at fletta tær næstu vikurnar og út í seinnu hálvu av oktober, helst til umleið 22. ella 23. oktober.
Hann sigur, at flett verður so leingi, sum samanhangur er í - ella so leingi, sum okkurt er á listanum, sum hann tekur til.
Tá flettingin er fyri, er neyðugt hjá Krás at leiga fólk inn, sum gjarna eru í øðrum arbeiði, eitt nú sjófólk, sum eru heima.
- Vit fara at gera á sama hátt í ár sum undanfarin ár. Vit fletta fyri fólk, og vit keypa lomb til flettingar, sum vit síðan selja út aftur til matstovur og handlar. Umleið helmingurin av lombunum, sum vit fletta, verða keypt.
Hann vísir á, at árið í fjør var eitt fellisár, tá ræður um seyðahald.
- Árið var ein katastrofa fyri nógvar bøndur, sum fingu nógv færri lomb enn eitt vanligt miðalár. Soleiðis var hetta heldur ikki eitt gott ár fyri Krás, hvat føroyskum seyðakjøti viðvíkur, sigur Alberg Gaardlykke.
Krás fletti umleið 2.200 seyðir í fjør heyst, sum er eitt lítið tal í mun til árið fyri, tá talið knappaðist um 4.000, sum samstundis var met.