Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at formenninir í teimum ymsu flokkunum á Løgtingi, høvdu videofund fríggjamorgunin um at gera ein hjálparpakka afturat til at fáa føroyskar fyritøkur so snikkaleysar sum gjørligt ígjøgnum koronakreppuna.
Tá var eingin ítøkilig ætlan á borðinum, men síðani hava vit einki hoyrt. Men vit eru til reiðar, so skuldi boð verið eftir okkum, er bara at ringja, tí vit sita og bíða, segði formaðurin í Javnaðarflokkinum við útvarpsstøðina FM1 nú klokkan fimm.
Á Miðdegi segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, annars, at ein hjálparpakki afturat skal leggjast fyri Løgtingið
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/nu-er-almennur-studul-a-veg-til-fleiri-fyritoekur/Les meiri um tað her: Nú er almennur stuðul á veg til fleiri fyritøkur
Hann sigur, at hann vónar, at boð boð verður eftir teimum skjótt, tí tað eru nógvar fyritøkur, sum stúra fyri framtíðini, og tað eru nógvir løntakarar, sum stúra fyri, at arbeiðspláss teirra verður tikið undan teimum.
Tí tekur Aksel V. Johannesen fult undir við, at Løgtingið samtykkir ein hjálparpakka afturat fyri at bjarga fyritøkunum, tí annars er vandi fyri, at tær fara á húsagang, og tað í stórum tali eisini.
Hann sigur, at undanfarna samgongan tók nógv inn frá vinnulívinum. Men nú heldur hann, at stundin er komin at bera vinnuni nakað av pengunum aftur.
Hann sigur, at hesi tiltøkini mugu setast í verk í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum og tað má ikki henda, at teir verða misbrúktir, sigur hann.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvørji sjónarmið Aksel V. Johannesen hevur, nú vinnan streingir á at fáa eina hjálpandi hond úr landskassanum fyri yvirhøvur at hóra undan.