Rani D. Christiansen var rættiliga vónbrotin eftir tapið fyri B71 í gjár.
– Hatta var skuffandi, tí vit høvdu sett nøsina upp ímóti nøkrum stigum. Nei, hatta var ikki nóg gott, staðfestir Rani D. Christiansen.
– Vit hava nakrar trupulleikar við, at vit ikki eru klárir, tá vit byrja. Vit fáa ein skelk, tá teir skora fyrsta málið, og so fáa vit ein skelk aftrat, áðrenn hin hevur lagt seg. Tað er sjálvandi spell, tí hetta var ein av teimum dystunum, vit eiga at vinna.
– Men vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at tað ikki bleiv soleiðis, sigur Rani D. Christiansen, sum tó rósar sínum liðfeløgum fyri at koma gott afturíaftur eftir skelkandi byrjanina.










