- Vit eru ikki slagsbrøður

Fyriskipari og íðkari svara nú atfinningunum aftur hjá lækna, sum heldur, at MMA skuldi verið bannað.

Fróði V. Hansen, sum leygarkvøldið var ímillum MMA-íðkararnar til North Ataltic Fight Night á Hálsi, er ósamdur við Hanus á Lógv, kommunulækna, sum hevur sagt við Kringvarpið, at MMA er harðskapur og als ikki skuldi verið loyvt.


- Tey fólkini, sum eru við í hesum, eru seriøs, og ikki slagsbrøður. Tað hevði als ikki borið til, tí tað krevur somikið nógva disciplin, sigur Fróði og peikar á, at tað eru einar 30 fyribyrgjandi reglur í MMA.


Teir 16 luttakararnir sluppu allir so at siga óskalaðir leygarkvøldið – einans tvey skursl yvir tveimum eygum – og Jákup Jacobsen, fyriskipari, sigur, at skaðarnir ikki eru verri enn teir vit síggja í fótbólti og hondbólti.


- Tú kanst altíð taka tað ringasta dømið og ganga útfrá, at tað er normurin. Um tú fert á Youtube at finna tað ringasta, so kanst tú eisini finna sjónbond av fótbóltsspælarum, sum doyggja á vøllinum. Tað er ræðuligt, sigur Jákup.


Longri samrøða við teir báðar er at lesa í Sosialinum í dag.