? Vit eru ikki rýmdir

FK og FD handlarnir halda fast við Skipafelagið sum flutningsveitara. FK sigur tó, at seinkingarnar eru ein trupulleiki

Hóast nakrir av gomlu kundunum hjá Skipafelagnum eru farnir til aðrar flutningsveitarar, so eru ikki allir farnir.

Sosialurin hevur tosað við tvær fyritøkur, sum eru stak væl nøgdar við tænastuna og tí halda seg til Skipafelagið.

Birgir Poulsen, frá FD-handlunum sigur við Sosialin, at teir eru serstakliga væl nøgdir við tænastuna og at teir ikki hava merkt so nógv til spill og skaðar.

? Hartil kemur, at Skipafelagið hevur eitt gott net kring landið og tað er ein tænasta, sum eingin annar kann veita. Og vit flyta nógva vøru inn hvørja viku.

Finn Nielsen frá FK sigur, at teir sum heild eru væl nøgdir.

? Vit hava brúkt Skipafelagið í nógv harrans ár og vit hava havt eitt gott samstarv. Men tað er rætt, at teir hava havt nógvar seinkingar í seinastuni. Tað er óhappið, men vit flyta enn við teimum, sigur Finn Nielsen.

Spurdur um tað tí er vandi fyri, at eisini teir fara at skifta sigur hann, at tað hava teir ikki tikið støðu til.

? Vit brúka Skipafelagið, enn sum áður. Bæði hesa vikuna og næstu, sigur hann.