Uttan at nakar skaraði framúr, royndu allir hjá FC Suðuroy at stríðast fyri sínari søk. Men størsta partin av dystinum runnu suðuroyingarnir aftaná og sundalagsmenn undan.
Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy er als ikki so ónøgdur kortini.
- Nei, vit eru ikki ónøgdir. EB/Streymur trýstir okkum allan dystin, og vit koma ongantíð ordiliga upp at koyra, sigur hann.
Jón Krosslá Poulsen ásannar, at høvdu teir sjálvir verið meira effektivir og tikið av sínum kjansum meðan EB/Streymur enn brendi sínar, so hevði dysturin verið øðrvísi.
Men tá tað kemur til stykkis, hava teir ikki so nógv at ilskast inn á.
- EB/Streymur hevur nógvar góðar leikarar, og í dag fáa vit ongantíð frið. Teir trýsta okkum alla somlu tíðina, og samanumtikið er hetta nokk ein uppiborðin sigur.
Jón Krosslá Poulsen sigur, at meðan teir hava havt eina rímuliga góða byrjan upp á árið, fór tað altíð at verða ringt at vinna henda dystin. Hann leggur tó afturat, at tá teir komandi vikuskifti taka móti B68, er tað eitt krav, at teir tá taka øll trý stigini.