- Jú, eg minnist dystin, tí eg var á leið fýra ár ta ferðina. Vit sótu øll og hugdu, og fagnaðurin var sjálvandi sera stórur um úrslitið. Teir, sum spældu við tá, framdu eitt fantastiskt avrik, men tað fáa vit ikki brúkt til so nógv í dag. Eg haldi ikki, at tað leggur nakað eyka trýst á okkum, men sjálvandi hevði tað verið deiligt, um vit við einum sigri kundu skapt okkara egna part av føroyskari fótbóltssøgu, sigur Jónas Tór Næs.










