Liðskiparin hjá Liverpool, 34 ára gamli Steven Gerrard, var einasta vónin hjá felagnum at vinna á FC Basel úr Sveis í gjár. Liverpool skuldi vinna fyri at koma víðari, men tað endaði við 1-1 javnleiki, eftir at FC Basel kom á odda 1-0 í fyrra hálvleki.
Les eisini: Pínligt Liverpool flongt
Málið hjá Liverpool skoraði sjálvandi Steven Gerrard, meðan restin av liðnum hevði trupult bara við at standa á beinunum. Liðskiparin var eisini púra erligur, tá hann við Sky Sports segði, at Liverpool snøgt sagt ikki vóru nóg góðir.
- Tað er ikki orsaka av avrikinum í kvøld, at vit ikki eru komin víðari. Tað er tí vit vóru ikki nóg góðir í Basel og tí vit lótu eitt býtt mál fara inn móti endanum av seinasta dysti, segði Steven Gerrard eftir dystin.
Les eisini: Gerrard má aftur bjarga Liverpool
Liverpool seldi í summar Luis Suarez til Barcelona, meðan Daniel Sturridge hevur verið langtíðarskaddur. Hetta hevur havt sína ávirkan á álopsspælið.
- Tú vinnur teg víðari yvir seks dystir og tíverri hava vit ikki verið nóg góðir. Vit mugu fáa okkara høvðusáleypara, Daniel Sturridge, aftur frá skaða, so vit fáa fleiri mál. Vit mugu eisini fáa Mario Balotelli aftur og fáa hann í gongd, sigur Steven Gerrard, sum eisini vardi 32 ára gamla Rickie Lambert, ið hann segði var tómur fyri orku, eftir at hava spælt fimm dystir upp í slag.
Liverpool skal nú luttaka í Europa League.










