Vit eru ikki biðin um at skunda okkum við undirsjóvartunlinum

Umsitingin í Tinganesi er ikki biðin um at skunda sær við undirsjóvartunlinum. Og skal arbeiðast eftir ætlanini, sum er farin ígongd, fer tað at taka fleiri ár

Enn hevur umsitingin í Tinganesi ikki fingið nakrar politiskar ábendingar um at hon skal skunda sær at fyrireika arbeiðið at gera undirsjóvartunnil um Vestmannasund.

Men Sigmund Isfeld, fulltrúi í samferðslumálum sigur, at arbeitt verður við eini samferðsluætlan og fyribils gongur tað arbeiðið eftir ætlanini, sum varð løgd.

Sigmundur Isfeld sigur, at samferðsluætlanin skal verða liðug 1. desember.

Tann ætlanin skal umfata eina lýsing av øllum sam- ferðslunetinum í Føroyum, hvar tørvur er á ábøtum og útbyggingum og, hvar tað er bráðneyðugt at gera íløgur.

­ Av bráðneyðugum íløgum verður fyrst og fremst hugsað um strandfaraskipini, sum koma undir nýggj, strong og rættiliga dýr skipasýniskrøv.

Sigmund Isfeld sigur, at sambandið um Vestmannasund er sjálvandi eisini ein partur í hesi ætlan.

Men eftir, hvat skilst verður ikki hugsað um tær stóru íløgurnar í Vestmannasund við tað fyrsta.

­ Enn er ikki annað hent í málinum, enn at heimild er fingin at brúka 20 milliónir til endamálið.

Hann sigur, at samferðsluætlanin er í fýra pørtum:1: Eitt yvirlit skal gerast yvir støðuna.

2: Greiða skal fáast á, hvørjar bráðneyðugar íløgur eru at gera.

3: Hvørjar útbyggingar skulu gerast í framtíðini.

4: Alt lógarverkið á samferðsluøkinum skal savnast fyri at hava betri yvirlit. Sigmundur Isfeld sigur, at tað er undir triðja punktið um framtíðarútbyggingar, at undirsjóvartunnilin liggur.

Fyribils hevur hann sæð fyri sær, at ein undirsjóvartunnil liggur eini tvey valskeið, tvs, eini átta ár frammi í tíðini.

­ Men so leggur hann afturat, at alt er sálvandi ein politiskur spurningur.

­ Og enn er umsitingin so ikki biðin um at taka undirsjóvartunnilin framum nakað annað, so arbeitt verður sum vant við upprunaligu ætlænini.

Hann sigur, at samferðsluætlanin er rættiliga umfatandi.

­ Hon umfatar alt, sum vit vanliga skilja við samferðslu, tað eru vegir, havnir, skip, loftferðslu o.s.fr. ­ Ikki bara samferðslu í sambandi við ferðafólkaflutning, men eisini samferðslu, sum hevur við vinnulív at gera.

­ Tvs, at m.a. skulu havnaviðurskiftini í Føroyum kannast við atliti til vinnulívið.


Fyrimunir og vansar

Sigmundur Isfeld sigur, at í sambandið við Vestmannasund verður tann stóra avbjóðingin at seta teir ymsu møguleikarnar upp ímóti hvørjum øðrum.

­Kanska kemur samferðsluætlanin til ta niðurstøðu, at undirsjóvartunnilin loysir seg best í longdini. ­ Kanska verður niðurstøðan tann, at tað loysir seg best at hava tvær ferjur siglandi.

­ Sjálvur ivast hann ikki í, at ein undirsjóvartunnil er tann besta loysnin.

­ Spurningurin er, um vit

samfelagsbúskaparliga megna at yvirskoða at gera eina so stóra íløgu.

­ Og tað er eisini ein spurningur, um tað er samfelagsbúskaparliga loysir seg at gera eina so stóra íløgu sum hesa, ið tað tekur kanska 20-40 ár at vinna innaftur.

­ Higartil hava vit klárað okkum við eina ferju. ­ Spurningurin er, um vit ikki høvdu klárað okkum nøkur ár afturat við at ment siglingina til tvær ferjur kanska.

­ Tí tað hevði ikki kravt so ovurhonds íløgur sum undirsjóvartunnilin er.

­ Tað eru slíkar metingar, og lýsingar, vit mugu gera, sigur Sigmund Isfeld.