- Vit eru í gongd at vinna

Fróðskaparsetur Føroyar kunngjørdi í morgun, at talið av umsøkjarum til útbúgvingarnar komandi ár eru fleiri enn nakrantíð áður. Millum teirra, ið fegnast yvir góðu tíðindini, er Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ið metir at hetta er eitt gott tekin.


- Fróðskaparsetrið hevur ein kjarnuleiklut í arbeiðinum at tryggja ein varandi fólkavøkstur í Føroyum. Høga umsøkjaratalið til hægri lestur er eitt greitt tekin um, at okkara ungu. Hetta er enn eitt dømi um, at tað loysir seg at seta pengar av til útbúgving og til at betra um lestrarumstøðurnar, so at ungdómur, barnafamiljur og einsamallir uppihaldarar trívast í Føroyum, sigur Rigmor Dam.


Umframt at fegnast um høga talið av umsøkjarum, so lovar landsstýriskvinnan eisini, at samgongan hevur ætlanir um at betra umstøðurnar hjá teimum lesandi.


- Á útbúgvingarøkinum eru fleiri spennandi ætlanir fyri framman. Lestrarstuðulin hækkar, nýggjar útbúgvingar verða settar á stovn og eitt lestrarkampus verður skipað, lovar Rigmor Dam.