- Vit eru øgiliga væl nøgdir

Einsamalli áleyparin hjá EB/Streymi í dystinum móti HB, Sonni L. Petersen, var øgiliga væl nøgdur við javnleikin sunnudagin. Sonni segði eftir dystin, at hann var ovfarin av, at HB spældi so nógv upp á langar og høgar bóltar, og at teir ikki heldur royndu at spæla seg fram eftir vøllinum.
Sonni helt eftir dystin, at talan var um ein sannan arbeiðsjavnleik, ið EB/Streymur hevði tryggjað sær, og at slíkir vóru ógvuliga góðir fyri moralin á liðnum. Annars helt Sonni L. Petersen ikki, at dysturin var serliga undirhaldandi, men sæð frá teirra sjónarmiði var hann góður á tann hátt, at felagsliðið stóð nógv betur á vøllinum enn í dystinum móti B36 vikuskifti frammanundan, og at teir eisini tryggjaðu sær sítt fyrsta stig í landskappingini.
tn