Vit eru á gáttini til eitt føroyskt oljuævintýr

- Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn eitt stórt fund verður gjørt í Føroyum.

 

Tað sigur Jan Müller, stjóri í Føroya Oljuídnaðar bólki í samrøðu við norska vinnuportalin sysla.no.

 

Nú verður skjøtil settur á fjórða útbjóðingarumfarið á føroyska landgrunninum og spenningurin í oljuídnaðinum er stórur.

 

Síðani fyrsta umfarið, sum var hildið í 2000, eru níggju brunnar boraðir á føroyskum øki. Fleiri fund eru gjørd hesi árini, men tó einki somikið stórt, at vert er at útvinna tað. Stóra avbjóðingin er tjúkka basaltið, sum liggur oman yvir landgrunninum.

 

17. mai byrjar so fjórða útbjóðingarumfar, og Jan Müller, stjóri í FOÍB, hevur góðar vónir til framtíðina, hóast fólk flest kanska eru um at missa mótið.

- Vit hava bara borað níggju brunnar enn. Í Noregi meini eg, at 32 brunnar blivu boraðir, áðrenn eitt fund av týdningi bleiv funnið. Í Barentshavinum boraður teir 90 brunnar og vestan fyri Hetland yvir 50 brunnar, sigur Jan Müller. Hann vísir eisini á, at menningin av oljukervinum á bretskum øki millum Føroyar og Hetland ger, at eisini minni føroysk fund kunnu vera áhugaverd, um tey kunnu knýtast í bretska kervi.

 

Hann vísir á, at fleiri av stóru fundunum í Hetlandsrennuni eru nær føroyska markinum, og tí heldur hann, at tað er sera sannlíkt, at línandi goymslur eru á føroyskari síðu eisini.

 

Hann torir tó ikki spáa um, hvussu nógv feløg fara at vísa áhuga fyri Føroyum í hesum umfarinum.

- Lágur oljuprísur og kappinging frá skiferolju úr USA ger, at oljufeløgini eru afturhaldandi við at seta pening í leiting, serliga í økum við torførum veðurumstøðum, sigur Jan Müller. Hann vónar tó, at hetta fjórða umfarið verður ein katalysator fyri eina nýggja og spennandi leiting á føroyska landgrunninum.